At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Beinir Johannesen, løgtingsmaður, hevur sett Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, fyrispurning um koppseting av útisetum.

Spurningar:

1. Hava føroyingar, ið eru búsitandi uttanlands, men í løtuni staddir í Føroyum, møguleika at bíleggja tíð til koppseting í Føroyum?

2. Um ikki, hevur landsstýrismaðurin ætlanir um at gera hetta møguligt?

Viðmerkingar:
Undir koronutíðini hava nógv føroysk lesandi og onnur, ið dagliga búgva uttanlands, verið í Føroyum orsakað av koronustøðuni.

Skúlar hava latið aftur, og øll undirvísing hevur verið á netinum, og tí hava nógv valt at koma heim til Føroyar.

Nú koppsetingin er í gongd, verður lýst við, at øll búsitandi í Føroyum kunnu bóka sær tíð til koppseting.

Tað reisir spurningin, hvussu støðan er hjá teimum mongu føroyingunum, ið eru búsitandi uttanlands, men sum orsakað av koronustøðuni eru stødd í Føroyum.

Í Danmark hava føroyingar, ið eru búsitandi í Føroyum, men eru staddir í Danmark í útbúgvingarørindum ella øðrum, møguleika at koppseta seg júst sum aðrir borgarar í Danmark.

Spurningurin er tí, um hesin møguleikin eisini verður galdandi fyri teir útisetar, ið eru heima í Føroyum í løtuni.

Tí verður hesin spurningurin settur.

Á Løgtingi, 23. apríl 2021
Beinir Johannesen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo