Tú kanst skáka tær undan veruleikanum. Men tú sleppur ikki undan fylgjunum av at skáka tær undan veruleikanum
- Ayn Rand

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Fyri 6 árum síðan bleiv Koppur & Kanna ein partur av handlinum hjá Idé Møblum í Tórshavn, og hevur handilin øll hesi árini verið ein ímynd av góðsku og góðari tænastu.

Seks ferðir á rað hevur Idé Møblar vunnið heiðurin sum Ársins Handil, valdur av viðskiftafólkunum, og 2 ferðir á rað hevur Koppur & Kanna vunnið Kop & Kande Leauge, sum er ein innanhýsis kapping ímillum allar 100 Kop & Kande handlarnar í Danmark, Grønnlandi, Íslandi og Føroyum.

At náa slík mál er ikki ein løtt uppgáva, men tað er hegni og ágrýtni, sum kann fáa slíkt at eydnast.

Nú hevur Koppur & Kanna hjá Idé Møblum vunnið enn ein heiður, tá handilin gjørdist ársins býtishandil í danska kongaríkinum.

Ímillum allar Kop & Kande handlarnar, var tað handilin í Tórshavn, sum hevði tað, sum skuldi til, fyri at vinna hendan heiður.

Elsebeth og Birgir Andreasen, sum eiga og reka handilin, siga, at kravið til hendan heiður er ikki nakað, sum kemur av sær sjálvum.

- Tað verður allatíðina stremba eftir at gera tingini betur, og hetta kann bert gerast saman við teimum fantastisku starvsfólkunum, sum so ótroyttandi bjóða eina tænastu, sum er í hásæti, og so sjálvandi tey sera týdningarmiklu viðskiftafólkini, sum so trúføst vitja handilin.

- Gleðin er sjálvandi stór at vinna slíkan heiður, tí hetta vísir eisini, at vit í Føroyum eru sera dugnalig til handilsskap og skapa gott umdømi fyri Føroyar í Danmark og aðrastaðni.

- Vit eru sera takksom fyri heiðurin og vilja takka øllum okkara starvsfólkum fyri teirra megnar ískoyti, og takka øllum viðskiftafólkum, sum so trúføst vitja handilin, siga Elsebeth og Birgir Andreasen í tíðindaskrivi.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo