Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Koronavirus herjar sum aldrin áður í heimsins fólkaríkasta landi.

Á myndum frá líkbrenningarhúsinum í Beijing Dongjiao síggjast fólk, sum arbeiða har, í verjubúnum, og líkvognar standa í longum bíðirøðum við deyðum fólkum í.

Ein bilførari sigur við Financial Times, at manningin hjá honum vanliga koyrir fýra-fimm lík til brenningar um dagin, men nú koyra teir 20-30 um dagin.

Ein annar persónur, sum arbeiðir í líkbrenningarhúsinum, sigur við Wall Street Journal, at ovnarnir nøkta ikki tørvin, sum er í løtuni.

- Vit brenna lík 24 tímar um døgnið, sigur viðkomandi, sum vil vera dulnevndur.

Viðkomandi greiðir frá, at tey brenna okkurt um 200 lík um dagin fyri tíðina, og sambært hesum hava 30-40 av teimum korona.

Hetta er í andsøgn við upplýsingarnar frá kinversku myndugleikunum. Sambært myndugleikunum í Kina eru einans 7 (sjey) fólk deyð av korona síðan 3. desember.

Korona spjaðir seg sum eldur í Kina, og tey eru ikki so fá, sum verða smittað. Tá sonevnda kontakttalið í Danmark var upp á tað hægsta, var tað 1.4. Í Kina er hetta talið nú sambært kinversku heilsumyndugleikunum 16. Hetta merkir, at hvør persónur, sum er smittaður í Kina, smittar 16 onnur.

TV2.dk skrivar, at hendan smittugongdin ikki er sæð nakra staðni í heiminum, síðan farsóttin byrjaði fyri skjótt trimum árum síðan.

Tað hevur ikki gingið nakað serliga væl hjá myndugleikunum í Kina at koppseta sínar borgarar. Mett verður, at hetta er ein av orsøkunum til, at koronavirus rakar kinverjar so hart í hesum døgum.

Ein onnur orsøk er helst tiltøkini, sum hava verið ímóti smittuspjaðing í Kina. Kinverjar hava havt strong tiltøk ímóti koronavirus, men hesi eru nú avtikin eftir nógv mótmæli, og smittan hevur loksins fingið loyvi at ferðast frítt í landinum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo