Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Vinnuhúsið: ES-nevndin er nú komin við nýggjum metingum um búskaparligu avleiðingarnar av koronatiltøkunum, har nevndin hevur endurskoðað forsøgnirnar, sum vórðu gjørdar í juli í ár.

Nú sigur ES-nevndin, at búskaparliga afturgongdin verður nakað minni í ár, samstundis sum vøksturin í 2021 eisini fer at verða minni, samanborið við metingarnar, sum nevndin gjørdi fyri fýra mánaðum síðan.

ES-nevndin metir, at búskaparliga afturgongdin í ES verður 7,4% í 2020, samstundis sum vøksturin verður 4,1% í 2021. Í juli metti ES-nevndin, at búskaparliga afturgongdin fór at verða 8,3% í 2020, og vøksturin fór at verða 5,8% í 2021.

Búskaparligu avleiðingarnar av koronaskelkinum verða sostatt nakað minni enn stúrt var fyri, men tær verða helst eisini drúgvari.

Hetta kemst millum annað av, at búskaparliga komu londini seg rættiliga skjótt aftur, væl stuðlaði við almennum hjálparátøkum, eftir fyrstu smittubylgjuna. Síðan er smittan blussa upp aftur, og tiltøkini at basa smittuspjaðingini eru herd aftur.

Forsøgnin hjá ES-nevndini vísir, at øll ES-londini eru búskaparliga rakt av koronatiltøkunum. Spania, Frakland og Italia eru millum ringast raktu londini í ES.

Hóast koronatiltøkini hava rakt ávísar vinnugreinar serstakliga hart, so er samlaði føroyski búskapurin komin væl ígjøgnum koronakreppuna higartil.

Hvussu gongdin fer at verða í 2021 er torført at meta um í løtuni.

Nakrir fiskaútflytarar hava longu merkt, at keypararnir á marknaðunum niðri í Evropa eru vorðnir meira varnir, nú koronasmittan fór at gera um seg aftur, og føroysku ferða- og matstovu­vinnur­nar bløða hvønn dag, meðan tær bíða eftir, at teirra virksemi kemur í eina vanliga legu aftur.

Koronahóttanin hongur sostatt framvegis yvir okkum, og stóra óvissan snýr seg um, hvussu korona­smittan fer at hátta sær, og um nær ein møgulig vaksina ella heilivágur kemur ímóti sjúkuni.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo