Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Í juli og august fara Norðoya Apotek, Eysturoyar Apotek og Tjaldurs Apotek at samstarva um koronukoppsetingarnar. 

Hetta tíðarskeiðið verður bert koppsett á einum av apotekunum hvørja viku. Tað merkir, at eina viku verður koppsett í Klaksvík, vikuna eftir verður koppsett í Runavík og so í Havn vikuna eftir.

Koppsett verður sostatt á hvørjum einstøkum apoteki triðju hvørja viku allan juli og august mánaða.

- Norðoya Apotek koppsetir í viku 26, 29 og 32.

- Eysturoyar Apotek koppsetir í viku 27, 30, og 33

- Tjaldurs Apotek koppsetir í viku 28, 31 og 34

Koppsett verður ymiskar dagar í vikuni, so fólk verða biðin um at kunna seg inni á korona.fo eftir tøkum tíðum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo