Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Í óðum verki, og uttan at vita hvat sølan innibar, samtykti ein meiriluti á Tingi í dag at selja Hoydalar til Tórshavnar kommunu.

Undirritaði stríddist saman við Høgna Hoydal ein manniligan dyst at forða hesum gallskapi.

Minnilutin í fíggjarnevndini, Páll á Reynatúgvu hevði soljóðandi viðmerkingar og broytingaruppskot.

Tað er skeivt at tvinna serliga økið, Hoydalar, dalin fagra, upp í ein møguligan handil um Frælsið og eina avtalu millum landið og Tórshavnar kommunu.

Minnilutin er púra samdur í hugsjónini um at skipa Setrið sum eina samanhangandi eind á Frælsinum, men metir tað óheppi at gíslataka Hoydalar í sama andarhaldi.

Fyri tað fyrsta er tað óheppið at fáa tvinnar ognarar í Hoydølum, sum uttan iva er til ampa fyri báðar partar, og økið sjálvt.

Afturat tí hava Hoydalar, sína serligu søgu og støðu. Fyrst sum sanatorium við øllum tess lagnum og vanlagnum.

Síðani sum fagri gylti karmurin um ljósa ungdómslívið við andligum íblástri og góðum vinaløgum frá studentatíðini.

At enda og allarhelst, mest týdningarmikla grundgevingin fyri at varðveita økið alt sum landsogn, er handfaringin hjá Tórshavnar kommunu, av føgru náttúruni í og kring okkara høvuðstað, har tað tykist sum fagurfrøðiligir vandalar valda undir lon.

Tykist sum at alt sum eitur býarplanlegging hevur fingið ógvuslig skot fyri bógvin seinnu árini, og hvør náttúrublettur fyrilitaleyst verður tyrvdur undir asfalt og betong.

Ein høvuðstaður eigur eisini at geva sínum borgarum møguleikan at hugsavna seg í náttúruni.

Samanumtikið eru Hoydalar ein heilt serlig náttúruperla, sum landið eigur at varðveita sum landsogn, og møguliga at menna til almannagagnlig endamál, sum ikki skaða serliga fagurfrøðiliga umhvørvið.

Páll á Reynatúgvu

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo