Sum tann, ið tekur í oyrað á hundi, er tann, ið framvið kemur og blandar seg upp í stríð, sum ikki kemur honum við
- Sálomon kongur

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Síggji at umboð fyri Javnaðarflokkin nú ynskja ognarskatt í Havn fyri ávís hús og eigarar.

Men trupuleikin við javnaðarflokkinum og sosialistum annars er, at teir hinprast ikki við at leggja skattir og avgjøld á borgarar og vinnuna. At brúka peningin hjá øðrum er teirra fremsta mál.

Og byrjar Javnaðarflokkurin við Heðini Mortensen á odda fyrst at taka ognarskatt frá onkrum pørtum, so er tað skjótt at allir borgarar, sum eiga sethús í Tórshavnar Kommunu skulu rinda ognarskatt í dýrum dómum.

Eg og Fólkaflokkurin fara ONGANTÍÐ at góðtaka ognarskatt. Longri er tann søgan ikki.

Tí er tað ikki bara eitt NEI, men eitt KORTANEI til ognarskatt í Tórshavnar kommunu, hvørki nú ella nakrantíð.

Minnist til hetta góðu veljarar.

Birgir Nielsen
Valevni fyri lista A til býráðsvalið í Tórshavnar Kommunu

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo