Tað sum fær mestu ávirkan á heimssøguna í 20. øld er, at Amerika tosar enskt
- Otto von Bismarck

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Krás er matvøruvirki, ið framleiðir og meirgóðskar kjøt til føroyska gerandisdagin. Virkið í Hósvík fær nú nýggjan samleika.

Navnið á fyritøkuni verður tað sama, men búmerkið, litir, vøruseðlar, myndir og alt marknaðarføringstilfar verður nú latið í nýggjan ham.

Hetta er ein partur av langtíðararbeiðinum hjá P/F Poul Hansen at lata øll undirfeløgini hjá samtakinum í ein eins brand ham. Hesi feløg eru Heilsøla, Gastro, Staðrøkt og Krás.

Í kjalarvørrinum av nýggja samleikanum kemur eitt størri lýsingaátak, ið fer at lýsa, hvussu Krás er vorðin ein natúrligur partur av gerandisdegnum hjá føroyingum. Ein gerandisdagur, sum Krás er við at lætta um við sínum føroyska viðskera, feskum og frystum døgurðamati, umframt lidnum og ómakaleysum døgurðarættum.

Rúni Mohr, leiðari á Krás, fegnast um nýggja samleikan og sigur, "at tíðin er komin til at seta andlit á fólkini handan Krás og gera fólk varug við, hvussu stóran leiklut okkara vørur spæla í gerandisdegnum hjá túsundtals føroyingum."

Um Krás
Síðani 1986 hevur Krás lagt seg eftir at veita fyrstafloks viðskera og døgurðamat, ið mettar føroyingin. Hvønn dag arbeiða umleið 15 dugnalig og ágrýtin starvsfólk á matvøruvirkinum í Hósvík. Tey framleiða vælsmakkandi mat, sum seinni á degnum stendur á mongum døgurða- og nátturðaborðum kring landið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo