Tað sum fær mestu ávirkan á heimssøguna í 20. øld er, at Amerika tosar enskt
- Otto von Bismarck

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Til løgmann, Aksel V. Johannesen
Hendrik Old, landsstýrismann
Løgtingið

Takk fyri fundin í Sandavági 24.01.2017

Okkara niðurstøða á eftirmetingarfundi 26/01-17:

Vit krevja, at bummgjaldið verður avtikið í Vágatunlinum í seinasta lagi 1. mars 2017.

Til grund fyri kravinum er:

• Tá lóg um fast samband um Vestmannasund og Leirvíksfjørð varð samtykt, var felagsfatanin, at bummgjaldið fall burtur, tá lánið var afturgoldið og tunnilin skuldi tá handast landinum.

• Niðanfyrinevndu staðfesta hesa felagsfatan:
     Fyrrverandi løgmaður, Anfinn Kallsberg.
     Finnbogi Arge, fyrrverandi landsstýrismaður í vinnumálum.
     Karsten Hansen, fyrrv. Fíggjarmálaráðharri.
     Embætisfólk í arbeiddu við málinum.
     Tingfólk, tá tunnilin var samtyktur, m.a. Jóanis Nielsen, Marjus Dam, Jógvan við Keldu, ið vóru á fundinum 24.01.
     Klæmint Weihe, fyrrv. nevndarformaður í P/f Vága- og Norðoyartunlinum.
     Fatanin millum føroyingar flest.

• Harumframt hava ymiskir stovnar skilt lógina um fast samband um Vestmannasund og Leirvíksfjørð soleiðis, at tá lánið var afturgoldið, skuldi tunnilin handast landinum. Fatanin hjá hesum stovnum er í tráð við fatanina hjá omanfyrinevndu.

     Landsgranskoðanin
     Landsverk í samferðsluætlanum 2008-2020 og 2012-2024.
     P/f Vágatunnilin hevur alla tíðina rokna við at avhenda tunnilin tá lánið var niðurgoldið. (Rokniskapir  hava bert tikið hædd fyri at lánið skal afturgjaldast)
     Fíggjarmálaráðið 2014 (m.a. fundir  í smb. við at landið yvirtekur Vága og Norðoystunnil).

• Um nakar ivi er um hvør felagsfatanin var, so staðfestir løgtingslóg nr.14/2002 um broyting í lóg um meirvirðisgjald púra greitt hvør ætlanin var. Hendan lógarbroyting varð samtykt bert knapt 2 mánaðar áðrenn Vágatunnilin varð tikin í nýtslu.

Nevniliga at:

• P/f Vágatunnilin krevur pening til at gjalda lánið aftur.
• Tá lánið er goldið aftur skal P/f Vágatunnilin avtakast.
• Tunnilin skal  leggjast í vegakervið hjá landinum sum skjótast eftir at lánið er niðurgoldið.
• Støða skal takast til bummpeningaskipanina
• Samstundis verður staðfest, at bummpeningur er ein eykaskattur, ið verður kravdur fyri eina ávísa løguætlan (Vágatunnilin/Norðoyatunnilin) har játtanin annars hevði verið gjørd á løgtingsfíggjarlógini.

Vanliga hevur landið goldið 100% av øllum landsvegum, ferjulegum og ferjum, ið gjørdar eru her á landi.

Men júst í stóru samferðsluætlanunum (Vágatunlinum/seinni Norðoyatunlinum) varð neyðugt at læna pening fyri at fremja ætlanirnar. Hesi lánini skuldu gjaldast aftur við at krevja eykaskatt, har miðjað varð ímóti at gjalda lánið niður, so borgarin skjótast gjørligt slapp undan at gjalda hendan eykaskatt. Í lógini um fast samband verður staðfest, at landið fær handa anleggið aftur ókeypis. T.v.s, at landið skal ikki gjalda innkravda eykaskattin aftur til brúkaran. Landið fær sostatt undirsjóvartunnilin fyri bert 160,3 milliónir krónur. So eginpeningurin má sigast at verða forrentaður fleiri ferðir hesi árini. Landið er somuleiðis sloppið undan at gjalda rakstur av hesum vegakervið, ímeðan lánið er niðurgoldið.

Tað kann tí  ikki uppá tal, at bummpeningur skal krevjast fyri partapeningin hjá landinum. Tí eykaskatturin (bummgjaldið) skuldi gjalda tað, ið landið ikki hevur goldið í hesum føri, og ikki fyri tað sum landið hevur goldið.

Løgmaður Aksel V. Johannesen nevndi, at arbeitt verður við eini samhaldsfastari skipan. Hesum stuðla vit.

Men tá róð verður undir, at bummskipanin um Vestmannasund verður fløkt saman við eini slíkari skipan, loypur ketan av. 

Okkara Niðurstøða:

Smb. lógini um fast samband um Vestmannasund og Leirvíksfjørð:

Nú lánið er niðurgoldið, er ikki nøkur lógarheimild til áhaldandi at krevja brúkaran fyri gjald (eykaskatt) at koyra í Vágatunlinum. Endamálið hjá felagnum er rokkið og tað skal avtakast smb løgtingslóg 14/2002, eins og Vágatunnilin skal í vegakervið hjá landinum skjótast gjørligt.

Tað verður ongastaðni í lógini staðfest, at treytin fyri at bummurin skal avtakast er, at ein samhaldsføst skipan fyri samferðsluna skal setast íverk. Tað er at tvinna mál saman, ið onki hava við hvørt annað at gera.

Út frá omanfyrinevnda meta vit, at tað  í besta føri er álvarsligt drál og í versta føri beinleiðis lógarbrot ikki at leggja Vágatunnilin í vegakervið hjá landinum, sum er samtykt á Føroya Løgtingi, nú lánið er útgoldið og tunnilin skuldarfríur. Víðari er ongin  grundgeving  fyri áhaldandi at krevja  eykaskatt av teimum, ið ferðast til/úr Vágum.

Sum nevnt á fundinum so fyrireika Vága, Sørvágs og Klaksvíkar kommuna at stevna landinum fyri at bróta avtaluna, ið gjørd er um Vágatunnilin/seinni Norðoyatunnilin.
Vit krevja at avtalan verður hildin, ið gjørd er við økini.

Tað ber til beinanvegin at gera ”tunnilsdagar”, so ókeypis verður at koyra hjá fólki og vinnu ígjøgnum ein niðurgoldnan Vágatunnil, ímeðan felagið verður avtikið.

Vegna kommunurnar:  Borgarstjórarnir

Aime Jacobsen,    Eyðdis Hartmann Niclasen     Jógvan Skorheim

Vegna valfeløg í Vágum og Klaksvík

Jarnold Nattestad    Marjus Dam    Napoleon Magnussen

Erhard Jacobsen  Sølvi Simunarson  Jákup Suni Lauritsen

Karsten Hansen

Vegna vinnuna

Atli Gregersen   Eron Debes   Jóhan á Mýrini       

Jim Sonni Guttesen  Kristian Olsen  Niels Olgar Joensen           

Jógvan við Keldu, vegna Vinnulívsráðið í Klaksvík

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo