Tað ger onki, um hjúnarbandið er av seglgarni - bert seglgarnið er passaliga langt
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

Vinna

Brúkaraumboðið: Effo hevur havt eina kapping á Facebook, har til bar at vinna kaffi. Eitt av krøvunum fyri at luttaka var hetta:

“Nevn ein persón, deyðan ella livandi, sum tú hevði ynskt at fingið eitt gott kaffiprát við.”

Brúkaraumboðið metir, at hetta er í stríð við spammforboðið í § 6, stk. 1 í marknaðarføringslógini. Har er ásett, at tað er ikki loyvt í vinnuvirksemi at senda út lýsingar, ella á annan hátt at marknaðarføra, við elektroniskum samskifti, uttan so, at móttakarin frammanundan hevur biðið um hetta. T.v.s. at ikki er loyvt við eitt nú kappingum at fáa onnur at marknaðarføra fyri seg, við at seta sum treyt, at fólk skulu viðmerkja onnur fyri at luttaka. 

Vísast skal á, at til ber at hava líknandi kapping, men at henda kapping ikki skal verða treytað av, at fólk skulu frámerkja vinir fyri at luttaka.

Hóast Effo ikki beinleiðis krevur, at man skal frámerkja, so metir Brúkaraumboðið, at tað verður lagt upp til tað. Og hetta er eisini tað, sum luttakararnir í stóran mun gera.

Brúkaraumboðið skal vísa á, at tað áður hevur verið eitt mál um júst tað sama hjá Effo. Hetta var í juni 2023, tá ið Effo hevði eina kapping um at vinna ferð fyri tvey til Berlin.

Brúkaraumboðið kann als ikki góðtaka, at eitt so stórt og professionelt felag sum Effo, enn einaferð fremur sama brot á marknaðarføringslógina. 

Brúkaraumboðið hevur givið felagnum eina átalu og ávaring fyri brotið. 

Effo hevur boðað frá, at felagið tekur hetta í størsta álvara, og at felagið tekur hetta sjálvandi til eftirtektar næstu ferð tey hava slíka kapping.

Brúkaraumboðið hevur gjørt eitt yvirlit yvir reglurnar fyri kappingum á sosialum miðlum. Sí her

Ein longri vegleiðing kann lesast her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo