Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Sjóvinnustýrið: Sum avleiðing av støðuni í Ukraina, hevur Paris MoU útgivið eina vegleiðing, har heitt verður á flaggstatir og havnastatsmyndugleikar um at vera smidligir, tá tað ikki ber til hjá sjófólki at koma heim. Hetta er bæði galdandi fyri ukrainsk sjófólk og onnur sjófólk, sum skulu mynstra av.

Føroyski flaggstatsmyndugleikin, Sjóvinnustýrið, tekur fult undir við hesum sjónarmiði og fer at gera sítt, har tað er neyðugt.

Talan kann vera um at loyva at leingja hýruavtalur út um vanligt mark og at geva undantak fyri útgingnum skjølum hjá manningini.

Vegleiðing frá Paris Mou Maritime Advisory Board (MAB) sæst her:

Vegleiðing frá Paris MoU viðvíkjandi sjófólki, sum skal mynstra av

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo