Í gjár varð fyrsta byggistig av arbeiðnum, at gera gamla SOR-bygningin til Krígssavn, handað.
Arbeiðið umfatar nýggj úthang og at bjálva og klæða báðar tekjurnar.
Tað er verkfrøðingurin Preben Hansen, Tórshavn, sum hevur projekterað og havt eftirlitið.
Múrarin v/Kell E. Jensen í Miðvági hevur gjørt úthangið og endurbygt upprunaliga skorsteinin og Takplan SP/F v/Róa Dahl-Jacobsen í Kaldbak hevur gjørt takarbeiðið.
Karl Jóhan Nielsen, formaður, sigur, at hann er sera væl nøgdur við arbeiðið ið gjørt er, og at nú verður farið víðari.
- Tvær barakkir skulu nú byggjast uppí, ein vestureftir og ein eystureftir. Gólvvíddin í nýggja Krígssavninum verður tá einar 700 fermetrar í mun til teir umleið 100, sum savnið hevur at ráða yvir í dag.
- Farið verður nú eisini undir at útvega fígging. Nakað av sjálvbodnum arbeiði er gjørt og verður eisini at gera í komandi verkætlan. Í hesum sambandi er sera umráðandi at felagið Krígssavnið fær fleiri limir, og at staðbundni áhugin fyri savninum verður dyggur.
- Ein sera spennandi verkætlan fyri Vágar og landið alt, sigur formaðurin.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo