Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Mítt tastatur

Á midnátt í kvøld vísur Kringvarpið filmin Seinasti Skansin.

Okkurt hevur bent á, at Kringvarpið er umleið har - við hin seinasta skansan.

Mest umdiskuteraða útvarpssendingin hjá Kringvarinum hevur verið Vikuskiftið, sum Tróndur Vatnhamar og Leivur Thomsen hava staðið fyri í mong ár.

Av fyrstan tíð var tað ítrottareportarin Suni Merkistein, sum byrjaði Vikuskiftissendingina, sum øll lurtaðu eftir.

Fólk hava verið uppøst um avgerðina, at koyra teir báðar vældámdu vertirnar frá mikrofonunum, og seta nýggja manning.

Nú er komið fram, at manningin verður ein maður.

Øssur Egholm verður einsamalli verturin í Vikuskiftissendingini.

Tað avdúkar skráin hjá Kringvarpinum.

Har stendur fyri dagin í dag: Øssur Egholm leggur til rættis.

So er spurningurin, hvat lurtarar halda um tað.

Men greitt er, at Kringvarpið er í svárum fíggjarligum trupulleikum.

So helst eru tað fíggjarligar orsøkir, og bara tær, sum gera programmpolitikkin hjá Kringvarpinum av.

Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo