Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Andaktir

Vitjaði kirkjuna í Gellerup í Århus saman við donsku biskupunum tann 26. oktober 2022. Hesin býarparturin er kendur fyri mentanarligt fjølbroytni. Ein stóru partur av fólkinum eru muslimskir tilflytarar.

Sóknarpresturin greiddi okkum frá tí kristiliga arbeiðinum í einum fjølmentaðum býarparti. Hann var ærligur og opin við atliti at síni egnu kristnu trúgv. Hugtikin av Jesusi greiddi hann frá teirra boðandi virksemi og manngóðu tænastu.

Presturin samstarvaði við øll kristin menniskju. Opinlýst lýsti hann sína kristnu fatan og síni sjónarmið. Opinleikin vakti virðing og trúvirði í samskiftinum við leiðararnar í teimum muslimsku samkomunum.

Tá ið presturin fekk spurningin, hvussu hetta lat seg gera, var svarið einfalt: “Kristus er miðdepilin í øllum okkara verki. Uttan hetta útgangsstøðið letur tað seg ikki gera at samstarva við onnur kristin ella annan átrúnað.”

Svarið var so mikið óinnballað og beint fram, at tólv biskupar stóðu tigandi eina góða løtu. Fleiri okkara vóru eitt sindur illa við. Vit høvdu arbeitt við hesum evninum í eina tíð. Nógv hugskot, fleiri teoriir og rættiliga fá úrslit.

Vit fingu at vita frá einum ungum presti, at Kristus er miðdepilin í øllum kristnum arbeiði. Tað vistu vit eyðvitað, menn eitt er at vita, og annað er at nýta vitanina.

Hugdi inn í meg sjálvan og spurdi: Hvør er miðdepilin í tínum andaliga verki? Hevur tú álit á Jesusi, svá hann verður lýstur og umtalaður í Bíbliuni?

Svarið er avgerandi, tí svá vit svara er og verður okkara trúvirði millum manna. Peika øll tey mongu orðini á frelsara heimsins? Er Kristus miðdepilin? Ella er mín egna fatan av Kristi tann traktin, ið øll mega fara ígjøgnum fyri at nærkast mær og míni kirkjuligu tænastu?

Tá ið vit í trúgv hava Kristus sum miðdepil, fáa vit innlit í Guðs ríkis hugsan. Vit fáa útsýni út í samfelagið og ta menniskjansligu tilveruna. Innlit í tað guddómliga gevur okkum førleika at gera nakað við støðuna, hóast alt tykist møtimikið.

Við Kristusi í miðdeplinum vaksa vit andaliga, meðan vit í okkum sjálvum minka tilsvarandi. At vera lítil í sær sjálvum og tó stórur í Kristi. At vera veikur, ússaligur og fámentur og tó sterkur í Jesusi og hansara mátti.

Tann persónliga trúgvin bar ein ungan prest í Gellerup. Mær longdist eftir somu trúgv, sannføring og styrki.

Tá ið vitjanin eftir nakrar tímar var liðug, kemur presturin til mín og sigur nakað, ið gleddi meg almikið. Hvat sá hann av møguleikum við mær? Ella sá hann eitt tømt hungrandi hylki eftir Guðs anda og kraft? Tað fái eg valla nakrantíð at vita.

Men, eitt veit eg, og tað er ríkiligan vitan. Tann ungi presturin leggur hondina á akslar mínar og sigur: “Harrin signi teg, biskupur, og gevi tær vísdóm, anda og kraft alla ta tíð, ið er eftir av tíni tænastutíð í kirkjuni.”

Hetta var ein veldigur dagur, ein endurnýggjandi løta. Guðs kraft borin mær við einum vøkrum ynski og handaálegging. Fullur av anda og kraft, heitur til likams og sálar, fúsur til verka í andans verki í tí dulda og tí almenna rúminum.

Tá ið Jesus Kristus er miðdepilin í lívi okkara, hendir nakað frígerandi og lívsjáttandi:

  • Vit fáa eitt nýtt lív, endurnýggjað og endurfødd

  • Vit fáa profetiskan myndugleika at tala og virka

  • Vit fáa dirvi at vera opin, ærlig og fevnandi

  • Vit fáa ein samleika, ið ber og heldur

  • Vit fáa ein frið í hjarta, sál og sinni.

Paulus vildi einki annað vitað millum fólkið í Korint uttan Kristus krossfestan. Tann vitanin var ápostlinum nóg mikið. Tað er altavgerandi í lívi teirra kristnu, um hin krossfesti og upprisni Jesus er Harrin í okkara lívi, verki og tænastu. Svá Harrin er í lívi okkara, svá verður alt annað.

Mangan havi eg saman við brøðrum og systrum í Harranum umrøtt, hvussu vit kunnu menna trúarlívið í kirkjum og samkomum. Onkuntíð mettu vit, at loysnin var at broyta gudstænastuna eitt sindur, at hava heldur lættari møtir, at hava lættari sangir og sálmar.

Einki ringt orð um tey, ið ynskja broytingar. Tíðin stendur ikki í stað, hóast Guðs orð er tíðarleyst og æviga aktuelt í farandi, verandi og komandi tíðum. Gudsótti og Guðs orð eru viðkomandi til allar tíðir.

Skrivaði andaktina á flogvøllinum í Billund dagin eftir vitjanina í Gellurup. Varð sannførdur um útsøgnina, at Kristus eigur at vera miðdepilin í okkara lívi og verki.

Signing Guðs og orð prestsins fyltu løtuna við gleði og friði, meðan vit bæði konan bíðaðu eftir at koma heimaftur eftir enn eina frálíka vitjan í Danmark.

Signing Guðs. Amen.

Orðið: “... og eg (Paulus) veit, at tá ið eg komi til tykkara, skal eg koma við fylling av signing Krists.” (Rómverjabrævið 15,29).

Jógvan Fríðriksson
biskupur

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo