Krúnprinsurin úr Dubai, sum hevur verið á vitjan í Føroyum, og sum VP skrivaði um í gjár, hevur lagt myndir út á sín Instagram profil frá ferðini.
Í apríl mánaða vóru agentar í Føroyum og kannaðu umstøðurnar her fyri at vita, um standardurin var nóg góður. Tað mann hann hava verið, tí fyri nøkrum døgum síðani komu tey, sum skulu vera um mannin ímeðan hann er her, og í gjár kom privatflogfarið hjá honum so í Vágar, nakað seinkað av mjørka.
Ímeðan hann var her gjørdi ríkmaðurin ymsar útferðir og annars hugnaði sær, skilir VP.
Ferðalagið hjá honum taldi eini 12 fólk. Flogfarið kom til Sørvágs í fyrradagin.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo