Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Sonevnd kryptogjaldoyru, harav tað kendasta helst er Bitcoin, eru fallin sera nógv seinastu tíðina, og tað hevur við sær avleiðingar fyri tey sum hava gjørt stórar íløgur í hetta slagið av ognum.

Fleiri miðlar skriva um íløgufelagið Galois Capital, sum hevur havt helvtina av sínum ognum bundna í kryptobørsinum FTX, sum er farin í gjaldssteðg. Tað er hent eftir, at fleiri av kryptogjaldoyrunum eru fallin sera nógv í virði, tí nógv hava viljað selt, sum so aftur hevur gjørt, at virðið er minkað enn meira.

Galois Capital er bert seinasta dømið um íløgufelag, sum eru um at missa fótafestið. Eisini bankar og keypsskálar, har kryptogjaldoyruni verða nógv handlað, eru skakaðir av stóra fallinum sum hevur verið seinastu vikurnar.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo