Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

KBF: Síðsta vikuskiftið var skipað fyri badmintonkapping í Klaksvík. Hetta er kapping, ið KBF skipaði fyri saman við BSF. Kappingin, ið ber heitið KSS-Open, var fyrsta av fimm Grand Prix-kappingum, sum verða hildnar hetta kappingarárið.

Grand Prix-kappingarnar verða skipaðar á tann hátt, at allar Grand Prix-kappingarnar eru tengdar at hvørji aðrari, soleiðis at úrslitini á kappingunum verða løgd saman eftir seinastu Grand Prix-kapping.

Harvið verður vinnarin funnin fyri samlaðu kappingarnar eftir at seinasta Grand Prix-kappingin er spæld í februar 2023.

Leygardagin 17. september spældu børn og ung, ímeðan vaksin spældu sunnudagin 18. september.

126 leikarir luttóku í teimum 214 dystunum, sum leiktir vóru. Tey trý feløgini, sum luttóku eru: HBF, ÍF og KBF.

Kappingin var væleydnað, og vóru nógvir tættir og spennandi dystir leiktir.

Í A-bólkunum, sum eru teir sterkastu bólkarnir, vóru HBF og KBF tey vinnandi feløgini. HBF vann í 5 aldursbólkum, ímeðan KBF vann fyrsta plássið í 4 aldursbólkum.
Hjá teimum vaksnu var tað HBF, sum vann bæði finaluna hjá kvinnum og monnum í A-bólkunum.

Í finaluni hjá monnunum vóru tað Rúni Øster og Jónas Djurhuus, báðir frá HBF, sum møttust. Hetta gjørdist ein 2-0 siður til Rúna, har hann vann settini 21-13 og 21-12.

Í semifinaluni har Rúni Øster møtti Asbjørn Heide Olsen, vann Rúni greitt 21-10 og 21-9. Í hinari semifinaluni vóru tað Hákun Torkildshøj Sigverdsen og Jónas Djurhuus, ið møttust. Her vann Jónas settini 11-21 og 17-21.

Hjá kvinnunum var tað Miriam í Grótinum hjá HBF, ið vann fyrsta plássið. Miriam møtti Lenu Mariu Joensen hjá KBF í semifinaluni, og vann hon 21-15 og 21-9.

Hina semifinaluna hjá kvinnunum leiktu Mia Torkildshøj, HBF og Ranja Joensen, KBF. Hendan dystin vann Mia 21-8 og 21-14.

Sostatt vóru tað tveir leikarir úr HBF, ið møttust í finaluni hjá kvinnunum, nevniliga Miriam í Grótinum og Mia Torkildshøj. Í finaluni leikaði til tíðir javnt á, men var tað Miriam, ið hevði munin og vann 21-15 og 21-18. 

KBF ynskir at takka stuðlunum, foreldrum og øðrum hjálparfólkum fyri alla hjálpina í samband við kappingina.

Næsta Grand Prix-kapping verður á Kambsdali vikuskitfið 5. og 6. november.

U11 A dreingir:    Gull:     Boas Rasmussen, HBF
Silvur:    Betuel Dahl Hansen, KBF
Bronsa:     Aron Arge, KBF og Árni Hjelm, HBF

U11 A Gentur:     Gull:    Gunhild Arge, KBF
Silvur:    Olivia Jónsdóttir Helmsdal, KBF
Bronsa:    Karin G. Hentze, ÍF

U11 D dreingir:    Gull:    Hørður Erlandsson, HBF
Silvur:    Ábraham Finsson Ellingsgaard
Bronsa:    Benjamin Olsen, HBF og Jósef Thomsen, HBF

U11 D gentur:        Gull:    Hansina Óladóttir á Gravarbø, KBF
Silvur:    Tabita Schwartson Christiansen, HBF
Bronsa:    Ida Thomsen, HBF og Glæma Eyðfinsdóttir, HBF

U13 A dreingir:    Gull:    Jónas Festirstein, KBF
Silvur:    Baldur Paulason, HBF
Bronsa:    Hákun Thorkildshøj, HBF og Eyðun Lamhauge, KBF

U13 A gentur:        Gull:    Heidi Jacobsen, KBF
Silvur:    Nina Bjørk Egholm, HBF
Bronsa:    Jennhild Lydersen, KBF og Petra Jóhnsdóttir, ÍF

U13 B dreingir:    Gull:    Óðin Eldevig, HBF
Silvur:    Hans Andrias Arge, KBF
Bronsa:    Pætur Andreassen, ÍF

U13 D dreingir:    Gull:    Sólfinnur Funding Luid, HBF
Silvur:    Páll V. Laksafoss, HBF
Bronsa:    Tórur við Ravnagil, KBF og Hjalti Thomsen, KBF

U13 D gentur:        Gull:    Sára Skorá, HBF
Silvur:    Rosa Gjoveraa Sødergren, HBF
Bronsa:    Rakul Fredriksen, HBF

U15 A dreingir:    Gull:    Beinir Weihe, HBF
Silvur:    Tístram Hammer, HBF
Bronsa:    Mannbjørn Eysturtún, HBF

U15 A gentur:        Gull:    Tóra Erlandsdóttir, HBF
Silvur:    Naomi Rajani Færø, HBF
Bronsa:    Inga Guðrin Samuelsen, HBF og Hansina Eysturtún Mouritsen, HBF

U15 C gentur:        Gull:     Lív Thorsteinsson, HBF
Silvur:    Rósa Mc.Leod Norðbúð, HBF

U15 D dreingir:    Gull:    Jens Marius Hentze, HBF
Silvur:    Tóki Linduson Hentze, ÍF
Bronsa:    Josva Mikkelsen, ÍF

U17 A dreingir:    Gull:    Sjúrður Elias Heinason Eysturoy, HBF
Silvur:    Tóki Yngvason Guttesen, HBF
Bronsa:    Kristoffur Samuelsen, HBF og Jafet Rasmussen, HBF

U17 A gentur:        Gull:    Ranja Joensen, KBF
Silvur:    Oddbjørg í Buð Justinussen, KBF
Bronsa:    Eira Ásbjørnsdóttir Petersen, HBF og Julianna í Heiðunum, HBF

U19 A dreingir:    Gull:    Ásbjørn Heide Olsen, HBF
Silvur:     Dávid Flagstad Berg, HBF
Bronsa:    Zacharias Ridao Wang, HBF og Leivur Joensen, KBF

Vaksin A menn:    Gull:    Rúni Øster, HBF
Silvur:    Jónas Djurhuus, HBF
Bronsa:    Hákun Thorkilshøj Sigvardsen, HBF og Asbjørn Heide Olsen, HBF

Vaksin A kvinnur:    Gull:    Miriam í Grótinum, HBF
Silvur:    Mia Torkildshøj, HBF
Bronsa:    Lena Maria Joensen, KBF og Ranja Joensen, KBF

Vaksin B menn:    Gull:    Sjúrður Elias Heinason Eysturoy, HBF
Silvur:    Tóki Yngvason Guttesen, HBF
Bronsa:    Kristoffur Samuelsen, HBF og Jafet Rasmussen, HBF

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo