Nú er samfelagið so vorðið, at pizzan kemur til dyrnar áðrenn løgreglan
- ókendur

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Kundi tú hugsað tær at vita, hvussu tað er at arbeiða í Heimatænastuni? So ert tú vælkomin til ein kunnandi fund, har vit fara at greiða nærri frá arbeiðinum og arbeiðsviðurskiftunum. Bjóðað verður ein drekkamunn og okkurt gott afturvið.

Fundurin verður mikudagin 31. mai kl. 16.30 í Heilsuhúsinum, Tórsgøta 25 ( gamli realskúlin í kommunuskúlagarðinum). Tú møtir bara upp, tað er ikki neyðugt við tilmelding.

Heimatænastan í Tórshavnar kommunu veitir hjálp til heimabúgvandi borgarar. Arbeiðið er bæði fjølbroytt og spennandi. Starvsfólkini fara inn í heimið hjá borgarum og eru eisini við til at skapa innihald í teirra gerandisdegi.

Tórshavnar kommuna vil, at borgarin er heima sum longst, og tí er umráðandi at hava góða Heimatænastu.

Ítøkiliga arbeiðið hjá starvsfólkunum í Heimatænastuni er at stuðla og hjálpa borgaranum við virkseminum heima við hús. Tað er til dømis at hjálp borgaranum at koma upp um morgunin, hjálpa við at vaska sær og lata seg í, tryggja at borgarin fær allar máltíðir, fær at drekka, og at heilivágurin verður tikin. Ein kjarnuuppgáva er at veita umsorgan og at vera tilstaðar í samveruni við borgaran.

Tað er ikki starvsfólkið sum avgerð, hvørja tænastu ein borgari skal hava - tað ger visitator í samráð við borgaran og avvarðandi. Deildarleiðarin ger eina koyriætlan, sum er eitt yvirlit yvir, hvørjir borgarar tú hevur. Av og á eru tit tvey starvsfólk, sum eru heima hjá einum borgara.

Tætt samstarv er millum deildarleiðara, bólkaleiðara og starvsfólk, so ein kann kenna seg tryggan. Tú fær góða upplæring, áðrenn tú byrjar at arbeiða sjálv/ur.

Vilt ú vita meira, ber eisini til at ringja til Heilsu- og umsorganartænastuna tel 302000.

Í løtuni verður søkt eftir fleiri tímaløntum fólki at arbeiða í summar. Sí meira HER. Hesi starvsfólk avloysa og taka vaktir av og á. Og seinri í summar verða føst størv at søkja.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo