Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Nógvum kunnugt, so er læknavaktin broytt eitt sindur, og her kemur eitt sindur av kunning um hvørjar broytingar eru gjørdar og hví.

Eisini kemur ein kunning um hvat endamálið við læknavaktini er.

Kommulæknaskipanin er illa mannað. Aktuelt eru 34 kommunulæknastørv. Harav eru bert 18 mannað av føstum læknum, ið taka vaktir, og hini eru onkuntíð mannað av vikarum og ofta ómannað.

Inntil nú hevur læknavaktin verið uppbygd soleiðis, at kl. 16-24 gerandisdagar og kl. 8-24 i vikuskiftum og heilidøgum, var ein vaktlækni til arbeiðis á LSH og tveir koyrilæknar høvdu tilkallivakt heimanífrá.

Frá 24-8 var ein lækni til arbeiðis á LSH og ein koyrilækni hevði tilkallivakt heimanífrá.

Hetta hevur viðført, at læknarnir hava havt nógvar vaktir, ið koma afturat tí vanliga arbeiðinum í kommunulæknaviðtaluni.

Kommunulæknarnir eru ov illa mannaðir til at halda fram við hesi skipan, tí arbeiðsbyrðan gerst alt ov stór.

Nú er læknavaktin broytt soleiðis at eingin ella ein koyrilækni hevur tilkallivakt heimanífrá.

Um eingin koyrilækni er, fer læknin sum hevur vakt á LSH á sjúkravitjan, um tað verður mett at tørvur er á tí.

Hetta inniber sjálvandi, at minni tíð er til at taka sær av viðtalum í læknavaktini, og tí kann væntast at bíðitíðin gerst longri.

Higartil hevur læknavaktin tikið sær av nógvum, ið kanska ikki er so bráðfeingis, og hetta má broytast.

Frá nú av verður læknavaktin noydd til at avvísa tað, ið læknin ikki metir er bráðfeingis, so vit kunnu taka okkum av tí, sum veruliga er bráðfeingis.

Eftir kl. 21 kann tað koma fyri, at læknavaktin er aðrastaðni enn á LSH, so tað kann vera at borgarar fáa boð um at møta aðrastaðni enn í Tórshavn.

Hetta fær ein boð um í telefonini.

Aðrar broytingar kunnu koma, tá henda skipanin hevur verið roynd í eina tíð.

Læknavaktin er bert ætlað um tú brádliga gerst sjúkur ella um tú gerst meira ússaligur í samband við sjúku, og tú metir at læknahjálp ikki kann bíða til tú fær fatur á kommunulækna í vanligari upplatingartíð.

Kommunulæknafelagið

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo