Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Seinnapartin leygardagin verður Miðhøllini á Skúlatrøð karmur um ein spennandi kunningardag í sambandi við Altjóða Alzheimersdagin, har lunnar verða lagdir undir eina betri fatan av teimum avbjóðingum, sum persónar við demensi og teirra avvarðandi kunnu koma í.

Klaksvíkar kommuna ynskir, at Klaksvík verður ein góður og tryggur býur fyri tey, sum hava fingið eina demenssjúku og fyri teirra avvarðandi.

Í hesum sambandi skipar kommunan leygardagin 24. september kl. 14.00 – 17.30 fyri kunningardegi, sum er liður í hesi tilgongd, ið tekur støði í álitinum um tað demensvinarliga samfelagið.

Sambært hagtølum eru í dag umleið 800 føroyingar við demensi, og tað er tí sannlíkt, at umleið 10% ella 80 av hesum persónum búgva í Klaksvíkar kommunu.

Kunningardagurin er ætlaður til at leggja lunnar undir eina betri fatan av teimum avbjóðingum, sum persónar við demensi og teirra avvarðandi kunnu koma í, sigur Óluva Klettskarð, stigtakari og formaður í trivnaðarnevndini Eldri og Bústaðir.

Sirið Stenberg, landstýriskvinna í heilsu- og innlendismálum, setir dagin, har fólk við servitan og royndum av at liva tætt upp at hesi sjúku, fara at greiða frá.

Evnini, sum verða borin fram, eru eitt nú, hvussu tað er at liva eitt virkið og sunt lív við demenssjúku, at arbeiða fyribyrgjandi í mun til demenssjúkur, at vera avvarðandi, at samskifta við mennsikju, ið hava fingið demenssjúku, og vitjanartænasta.

Við í tiltakinum vera eisini umboð fyri Búðatrøð, Alzheimerfelagið, Demenseindina á Landssjúkrahúsinum, Eldraráðið í Klaksvík, Demenssamskiparar, Hjálpitólamiðstøðina og fyritøkuna ROSAH, ið sýna fram. Møguleiki verður fyri at fáa eitt prát við tey ymsu umboðini.

Harumframt verður føroyskur filmur um demens vístur. Filmurin er framleiddur í sambandi við Remodem-verkætlanina, ið er ein ES-verkætlan, sum hevði til endamáls at menna tænastur til heimabúgvandi menniskju við demensi í útjaðaraøkjunum í Evropa.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo