Eg havi ikki tosað við vermóður í longri tíð. Eg havi ikki viljað brotið hana av
- Rodney Dangerfield

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Undirvísingarstýrið: Umhugsar tú at byrja á miðnámskúla ella at taka eina yrkisútbúgving? Ella kennir tú onkran, sum stendur á einum vegamóti og skal undir at velja eina útbúgving?

Hetta er tíðin, tá næmingar í 9. og 10. flokki og onnur, hava møguleika at velja eina miðnáms- ella yrkisútbúgving. Í hesum sambandi hava tey, sum varða av føroysku yrkis- og miðnámsútbúgvingunum gjørt ein kunningarfaldara við føroysku útbúgvingunum, sum til ber at velja í 2023. Faldarin verður serliga útflýggjaður til 9. og 10. floksnæmingar, men hann er eisini talgildur og tøkur á netinum (sí niðast).

Frá 15. februar verður møguleiki fyri at fara inn á heimasíðuna www.innskriving.fo og velja útbúgving.

Umleið 70 yrkisútbúgvingar eru at velja ímillum, umframt tær gymnasialu miðnámsútbúgvingarnar og aðrar almennar útbúgvingar. Ein yrkisútbúgving tekur vanliga fýra ár, har meginparturin av læruni fer fram á einum virki, meðan umleið ein fjórðingur av tíðini er skúlagongd. Við eini yrkisútbúgving gert tú teg til reiðar at fara út á arbeiðsmarknaðin at arbeiða sum faklærdur.

Ein gymnasial miðnámsútbúgving tekur vanliga trý ár og gevur tær førleikar til framhaldslestur á hægri lærustovni í Føroyum ella uttanlands.

Útbúgvingartilboðini eru mong, og tí kann vera torført at velja útbúgving. Faldarin skal vónandi gera tað lættari at velja. Á skúlunum, sum bjóða út útbúgvingar, eru eisini dugnaligir vegleiðarar, sum eru til reiðar at vegleiða og til ber eisini at venda sær til Vegleiðingarstovuna. Les meira um Vegleiðingarstovuna á www.vegleiding.fo

Umhugsar tú at velja eina yrkisútbúgving, er Yrkisdepilin til reiðar at vegleiða. Meira fæst at vita um Yrkisdepilin her: www.yrkisdepilin.fo

Tú kanst taka faldaran niður sum pdf-fílu her

Tú kanst blaða í faldaranum á netinum her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo