Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Tórshavnar kommuna: Gundadalur er týðandi ítrótta- og trivnaðardepil í býnum. Sum liður í at skipa økið enn betri og lýsa, hvørjir møguleikar eru í økinum, hevur Tórshavnar kommuna saman við Sp/f MAP Arkitektum gjørt uppskot til skipan av Gundadali.

Uppskotið lýsir fjølbroytta virksemið í økinum og grønu økini við atliti at einari dagføring og samlaðari heildarætlan fyri økið. Heildarætlanin fyri Gundadal sum ítróttar- og trivnaðardepil setir út í kortið miðvísar ætlanir, so at Gundadalur eisini komandi áratíggjuni kann geva verandi og nýggjum ítróttargreinum bestu virkis- og vakstrarlíkindi.

Ætlanin leggur eisini dent á, at Gundadalur framhaldandi er miðstøð fyri altjóða kappingar. Síðst, men ikki minst, skal Gundadalur altíð kennast sum eitt stað, har tað er gott hjá øllum at vera og ferðast í.

Tórshavnar kommuna bjóðar tí til kunningarfund fyri ítróttafeløgum og stovnum í økinum mánadagin 11. november kl. 17.00 - 18.15 og fyri borgarum í økinum og býnum annars mánadagin 11. november kl. 19.00-20.15.

Greitt verður frá høvuðspunktum í uppskotinum og høvið verður givið til at seta spurningar. Øll eru vælkomin! Fundirnir eru í HB-húsinum í Gundadali. Drekkamuður verður at fáa.

Uppskotið til skipan av Gundadali er tøkt HER.

Aftaná fáa feløg, stovnar og borgarar høvið at gera skrivligar viðmerkingar til uppskotið. Hesar skulu sendast til torshavn@torshavn.fo

Eru spurningar viðvíkjandi uppskotinum ella tiltakinum ber til at venda sær til Barbaru Mikkelsen, leiðara á Býarskipanardeildini, barbaram@torshavn.fo ella Sigurð Ó. Vang, mentamálaleiðara, sigurd@torshavn.fo

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo