Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Miðnám á Kambsdali: Hóskvøldið 16/2 kl. 19.00 verður kunningartiltak á Miðnámi á Kambsdali um útbúgvingarnar á gymnasialum miðnámsstigi, sum skúlin bjóðar: búskaparbreyt, fyrireikingarbreyt, hugbreyt, náttúrubreyt, FHS og NGK.

Tiltakið er eitt høvi hjá komandi næmingum og foreldrum ella avvarðandi at koma inn á skúlan at kunna seg nærri um teir spurningar, sum kunnu stinga seg upp, tá næmingar skulu velja m.a. breyt og vallærugreinir.

Á skránni er framløga um skúlalívið á Miðnámi á Kambsdali, um útbúgvingarnar og ymsar valmøguleikar. Og høvi verður at hyggja seg um á skúlanum. Lestrarvegleiðararnir eins og umboð fyri lærugreinir eru tøk til persónliga vegleiðing, og skúlin bjóðar ein kaffimunn við onkrum góðum.

Øll eru hjartaliga vælkomin!

G.G! Kunning um serbreyt skúlans verður eitt sindur seinni, og tað tiltakið verður lýst á heimasíðu skúlans (www.kambsdalur.fo) og í øðrum miðlum.

 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo