Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Samstarvið millum Føroyar og Ísland kann styrkjast munandi. Hetta vóru Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, og Guðlaug Þór Þórarson, íslendskur uttanríkisráharri, samdir um, tá ið teir hittust í Reykjavík í gjár.

Íslendska uttanríkisráðið leggur síðstu hond á eina frágreiðing um, hvussu sambandið við Føroyar kann betrast. Hetta er tekin um ein positivan hugburð til íslendskt-føroyskt samstarv, heldur løgmaður.

“At íslendingar seta tíð av at arbeiða við viðurskiftunum við okkum, vísir greitt, at tey virðismeta sambandið við føroyska samfelagið, og vilja styrkja tað,” segði løgmaður eftir fundin.

Millum umrøddu møguleikarnar fyri øktum samstarvi vóru millumlandahandil, flutningsvinna, fiskivinna, alivinna, gransking og útbúgving.

Fundurin við íslendska uttanríkisráðharran kom í kjalarvørrinum av ráðharrafundi í arktiska ráðnum, sum eisini var í gjár.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo