

Leiðarin í altjóða gjaldoyragrunninum IMF, Kristalina Georgieva væntar, at helvtin av ES og ein triðingur av heiminum fer at uppliva eina búskaparliga afturgongd í 2023.
Sjálvt í londum, sum ikki hava eina afturgongd, fer tað at kennast sum ein afturgongd fyri fleiri hundrað milliónir fólk, sigur Georgieva sambært BBC.
Sambært Georgieva sleppur USA undan búskaparliga hóttafallinum, meðan Kina, sum í løtuni upplivir eina herviliga bylgju av koronasmittu, kann vænta sær eitt trupult ár.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo