Føroyska Sjómansmissiónin: Nýliga keypti reiðaríið Thor íslendska trolaran Ljósafell frá Fáskrúðsfirði. Trolarin er bygdur í Japan í 1973 og hevur hoyrt heima hjá sama felag á Fáskrúðsfirði øll árini. Høvuðsmotorurin var skiftur í 1986. Síðani er skipið longt og hevur fingið nýggj spøl og aðrar dagføringar eru gjørdar. So hóast skipið er gamalt, er tað í sera góðum standi.
Trolarin varð lýstur til sølu, tí felagið hevði keypt nýggjari trolara frá Vestmannaoyggjum, sum fekk navnið Ljósafell. Nærum samstundis sum nýggja Ljósfell kom á Fáskrúðsfjørð, setti gamla Ljósafell kós móti Føroyum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



