Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Sambært D&V í kvøld, so eru lokalfeløgini hjá Fólkaflokkinum í Havn og í Klaksvík samd um, at Beinir Johannesen og Sólvit Nolsøe skulu í landsstýrið.

Men hvørji málsøki teir báðir skulu umsita í landsstýrinum, hevði D&V ikki nakað boð uppá.

Eitt er at lokalfeløgini hava síni uppskot til landsstýrissess, annað er hvat tingmanningin hjá Fólkaflokkinum heldur.

Um so er, at Beinir Johannesen verður landsstýrismaður, so kemur Annika Olsen aftur á ting.

Og sambært D&V, so hevur Fólkaflokkurin sligið seg til tols við tað, og verður lagnan hjá Anniku Olsen so avgjørd á komandi landsfundinum hjá Fólkaflokkinum, sum verður einaferð í nýggja árinum.

Sambært gitingunum hjá D&V, so er akkurát líkamikið, hvat Fólkaflokkurin ger, hvørjar kombinasjónir og loysnir so verða valdar, so endar Annika Olsen aftur á tingi sum varafólk hjá Fólkaflokkinum.

Sí D&V her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo