Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Ein almenn útvarpsrás, sum leggur dent á journalistiska dygd og kann geva KvF kapping, eigur at verða stovnað aftrat, søgdu journalistarnir, Georg L. Petersen og Uni Arge, í seinnapartssendingini Nón hósdagin

Teir báðir vórðu bidnir um at gera viðmerkingar til løgtingsuppskotið hjá Jógvani á Lakjuni, tingmanni hjá Fólkaflokkinum, um at skilja tíðindadeildina í KvF sundur í tvær sjálvstøðugar deildir. Uppskotið hevur hann lagt fram fyri at skapa størri fjølbroytni í tíðindaflutninginum.

Georg L. Petersen og Uni Arge nevndu, at KvF er alt ov stórt í føroyska fjølmiðlalandslagnum, og at tað við verandi bygnaði hevur definitiónsrættin upp á samfelagsveruleikan gjøgnum útvarpið, sjónvarpið og internetið. Talan er í veruleikanum um eitt monopol, sum onga veruliga kapping fær, tí teir privatu miðlarnir fíggjarliga og manningarliga eru ov veikir, søgdu teir.

Teir nevndu báðir útvarpsstøðina, Radio 24/7, ið hevur skapt størri kapping á danska miðlamarknaðinum. Hendan rásin er gamla P2 hjá Danmarks Radio, sum varð boðin út til privat at reka fyri almennar pengar aftur við greiðum treytum um at skapa dygdargott innihald. Átakið var úrslit av eini politiskari miðlasemju í 2010.

Øssur Winthereig, journalistur, hevur eisini nevnt møguleikan at stovna eina nýggja útvarpsrás, sum kann skapa øðrvísi sendingar og tíðindi, ið kappast við tað miðsavnaða KvF.

Tá Útvarp Føroya og Sjónvarp Føroya vórðu løgd saman í 2005, var ætlanin, at tíðindadeildirnar skuldu verða verandi sjálvstøðugar. Hetta varð við tíðini broytt, so bara ein og sami tíðindaleiðari nú avger, hvussu almennu tíðindini verða skrúvað saman.

Hoyr Nón her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo