Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Næsta EM-endaspælið hjá kvinnum verður víðkað frá 16 til 24 lið, á sama hátt sum EM-endaspælið hjá monnum er.

Undankappingin byrjar í oktober 2023, og eru Føroyar styrkismettar, sum nr. 27 í Europa. Tað eru 6 lið, ið ikki luttaka í undankappingini. Bæði Russland og Hvítarussland eru boykottaði frá kappingini. Norra vann seinasta EM, og eru tí víðari til endaspælið. Ungarn, Eysturríki og Sveis eru vertir og eru tí eisini víðari til endaspælið. Tað eru sostatt 31 onnur lið, ið Føroyar skulu kappast við í undankappingini. Av hesum 32 londum eru 20, ið sleppa til EM endaspælið.

Lutakastið til EM-undankappingina verður 20. apríl.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo