Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Flogbóltssambandið: Landsliðsvenjarin hjá kvinnum, Christian Imhoff, og hjálparvenjarin, Annika á Stongum, hava nú úttikið leikararnar, sum skulu umboða Føroyar í Silver League kappingini, sum verður í mei og juni.

Føroysku flogbóltslandsliðini hjá bæði kvinnum og monnum luttaka í mei og juni á fyrsta sinnið í Silver League kappingini hjá CEV.

Føroysku kvinnurnar eru komnar í bólk saman við Portugal, Montenegro og Georgia, har leikast skulu dystir heima og úti. 

Sterkasta mótstøðuliðið er uttan iva Portugal, sum liggur sum nr. 15 á styrkisstiganum fyri kvinnuflogbóltsliðini í Evropa. Montenegro er styrkismett sum nr. 23 og mett verður, at hetta eru sera trupul mótstøðulið fyri Føroyar, sum er styrkismett sum nr. 37 í Evropa. Síðsta mótstøðuliði, Georgia, er styrkismett sum nr. 38, so spennandi verður her at síggja í hvønn mun styrkismetingin gevur eina veruliga mynd av styrkini hjá liðunum.

Venjararnir, Christian Imhoff og Annika á Stongum, hava úttikið hesar leikarar til dystirnar:
Jóhanna Christiansdóttir, TB
Henrikka Wang Jacobsen, Dráttur
Annika Niclassen, Dráttur
Tórfríð Tavsen, Dráttur
Sofía Purkhús Splidt, Ternan
Birgit Guttesen, Ternan
Amanda Niclassen, Mjølnir
Anna Arnhóldsdóttir, Mjølnir
Sirið Hanusardóttir Samson, Mjølnir
Tóta Búadóttir, Fleyr
Óluva Mohr, Fleyr
Guðrun L. Joensen, KÍF
Jakobina Joensen, KÍF
Sofía Weihe Simonsen, SÍ

Føroyska liðið leggur fyri við trimum heimadystum í høllini á Hálsi:
27. mei: Føroyar - Montenegro
31. mei: Føroyar - Georgia
4. juni:  Føroyar - Portugal

Og síðani eru útidystirnir:
11. juni: Portugal - Føroyar
14. juni: Georgia - Føroyar
16. juni: Montenegro - Føroyar

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo