Eg havi ikki tosað við vermóður í longri tíð. Eg havi ikki viljað brotið hana av
- Rodney Dangerfield

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Vegna  8. mars blívur hesin biografiski stubbi um eina undangongukvinnu tikin uppaftur til eftirtektar og umhugsan fyri tær kvinnur, sum halda seg verða lopnar um:

Tann 12. mars 1901 var tann týski matematikarin, fysikarin og pedagogiski filosoffurin GRETE Henry HERMANN fødd í Bremen í Norðurtýsklandi. Hon var tað triðja í einum barnaflokki av sjey systkjum. 

Greta var intellektuellur úrmælingur sum barn, og lærarar vóru bilsnir yvir, hvussu nom og kontemplativ, hon var.

Hon vaks upp í einum strongum borgarligt protestantiskum heimi og var eisini av prestaætt í bæði borð.

Annars var pápi hennara  múgvandi keypmaður, og hann hevði so góðar umstøður, at hann lat ta vitugu Gretu sleppa í "Neuen Gymnasium" í Bremen, sum  var ein studentaskúli bara  fyri gentur.  Har tók hon studentsprógv í 1920.

Longu árið eftir tók hon læraraprógv í Bremen, men hon vildi víðari-lesnaða og fór fyrst til Freiburgar og síðani til Gøttingen, har hon las fysikk, matematikk og filosofi.

Hon las hjá Emmy Noether og David  Hilbert í Gøttingen, sum í 1920´unum var hildið at vera  verðins avgjørt førandi natúrvitskapliga universitet, serliga í matematikk. Har tók hon  pH.D í  fysikk & matematikk 1926.

Hon gjørdist doktari sama árið fyri ritgerðina "Die Frage der endlich vielen Schritte in der Theorie der Polynomideale", sum roknast fyri at vera grundarlagið fyri tí algebra, sum man umsetir til algoritmur í  modernaðum datamaskinum (computarum).

Disputatsurin varð almanna-kunngjørdur í  Mathematische Annalen. Hon vísti við  hesum verki, hvussu man kundi (og átti) at brúka "umvegin" við strangt logiskum   algoritmum við strævnum og kompleksum endurtøkum  fyri at loysa sjálvt basal problem í abstraktari algebra. Hon nevnir t.d. "polynomiskar ringar" og dekompositión. Henda tíðarkrevjandi mannagongdin er løtt at brúka í dag, tí datamaskinurnar arbeiða við so kolossalari  ferð.

Hon var alla sína studiutíð sera upptikin av tí fysiska fyribrigdinum "kvantemekanikk", men miðskeiðis í tjúgunum fekst hon eisini nógv við filosofi og pedagogiska gransking.

Sum pedagogiskur filosoffur ógvaðist hon yvir, hvussu tær fascistisku ungdómsfylkingarnar heilavaskaðu ungdómin móti allari fríari demokratiskari tankagongd.

Tí gjørdist hon politiskt og samfelagsliga engagerað og meldaði seg inn í "Internationalen Sozialistischen Kampfbund" (ISK) longu í 1926.

Hon stríddist aktivt móti nazistaflokkinum og skrivaði fleiri ár í javnaðarbladnum " Der Funke", har hon eggjaði passivum akademikarum til solidaritet við arbeiðarafjøldini móti tí destruktivu nazismuni.

Fyrst í  1930´unum var hon saman við kendum  politikarum, vitskapsfólki, listarfólki og øðrum intellektuellum við til at skriva ein "Dringender Appell" til tað týska fólkið í bløðum og á plakatum um alt Týskland, har tey ávaraðu móti Adolf Hitler og hansara brúna harkaliði.

I 1934, árið eftir ta nazistisku maktyvirtøkuna fór Greta til Leipzig og  aftur til ta natúrvitskapligu granskingina. Har á universitetinum vóru mætir fysikarar sum Werner Heisenberg og Carl Friedrich von Weizsäcker at debattera við.

Greta Hermann seðgi sjálv, at "hennara endamál var at sameina neo-Kantianska uppfatan av kausaliteti við ta nýggju kvantemekanikkina"!

Hesa tíðina korresponderaði hon eisini við Niels Bohr og tann kenda "KJøpinhavnaraskúlan" um problematikkin í kvantemekanikki!

Innihaldið í hennara fysikk-arbeiði um forútsigilsi og kausalitet hesi fruktagóðu árini eru kend bæði frá hennara egnu bókum og úr bókini "Der Teil und das Ganze" hjá Werner Heisenberg.

Teir roknaðu hana fyri at vera ein av stovnarunum av teoretiskari kvantemekanikk.

Hon er eisini kend fyri at hava havt relevantar innvendingar móti teimum sonevndu "fjaldu variablu" ella "heuristikkini" í eini teori hjá fysikaranum John von Neumann.

Tað sigst, at hon ikki bleiv rehabiliterað fyri sínar fundamentalt týðandi tankar fyrr enn meira enn ein mansaldur seinni, men aftur aðrir matematikarar hava postulerað, at Neumann er misfortolkaður.

Í 1936 fekk hon tann hábærsliga  "Avenarius-Prísin" í  Leipzig fyri bókina  "Welche Konsequenzen haben die Quantentheorie und die Feldtheorie der modernen Physik für die Theorie der Erkenntnis?“.

Hetta sama árið var hon bangin fyri at vera tikin av nazistunum og rýmdi tí til Danmarkar, har hon vitjaði stovnin hjá Niels Bohr og náddi at skriva bókina  "Die naturphilosophischen Grundlagen der Quantenmechanik"  lidna og útgav hana í Kjøpinhavn. 

Bókin roknast fyri at vera ein tann fyrsta og besta filosofiska viðgerðin av tí nýggju kvantemekanikkini!

Tað er í hesi bókini, at hon slær fast, at "teoriin um kvantemekanikk noyðir okkum at sleppa tankanum um absolutta vitan um natúruna, og at brúka kausalitets-princippið óheft av hesi hugsan. Kvantemekanikkur mótsigur tí IKKI  kausalitetslógini, men hevur gjørt lógina greiðari og førka  hana burtur frá øðrum princippum, sum ikki hava neyðugt samband við kausalitet.

Í 1938  fór hon til Frankaríkis og haðani til Englands, har hon sama árið gifti seg proforma við einum eingilskmanni, Edward Henry fyri at fáa eingilskan borgaraskap og sleppa undan internering.

Í London fylktist hon á fundum við týskum emigrantum, serliga úr tí týska Javnaðarflokkinum, SPD.

Tey arbeiddu longu mitt undir krígnum við eini miðvísari av-nazificerings-skrá til týskan HJ.-ungdóm.

Tá ið kríggið endaði,  lat Greta Hermann seg beinanvegin skilja frá Edwardi Henry, men hon behelt Henry sum millumnavn.

Í 1946 kom hon stálsett og viljasterk aftur til føðibýin Bremen, har hon longu árið eftir gjørdist leiðari av "Pädagogischen Hochschule Bremen" (PH).

Har var hon leiðari, líka til hon í 1950 bleiv útnevnd til universitets-professara í fysikk og filosofi.

Tá bleiv tann pedagogiski stovnurin fusioneraður við universitetið í Bremen.

Greta Hermann stóð ofta  fyri  undirvísingarpolitikkinum hjá SPD, bæði teoretiskt og praktiskt. Men hon vildi ongantíð vita av eini aktivari politiskari karrieru.

Men hon skrivaði nógv og luttók í almennum orðaskifti í  flestøllum týskum media og fleiri útlendskum eisini..

Frá 1961 til 1978 var hon forkvinna fyri tí filosofiska  granskingar-stovninum "Philosophisch-Politischen Akademie", sum hevði stóra ávirkan á týskan didaktikk og pedagogiska hugsan eftir kríggið!

Fáar européiskar kvinnur hava so leingi og so nógv sett kvalificeraðan dám á bæði ta natúrvitskapligu, filosofisku og politisku debattina, sum Grete Hermann.

Í Týsklandi blivu talentadar kvinnur slett ikki lopnar um!

Hon doyði 1984, sum 83 ára gomul í Bremen, har hon eisini liggur grivin.

Virgar T. Dalsgaard

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo