Tú kanst skáka tær undan veruleikanum. Men tú sleppur ikki undan fylgjunum av at skáka tær undan veruleikanum
- Ayn Rand

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Framsýningar

Filmsfelagið: Mikudagin sýnir Filmsfelagið danska filmin ”Ustyrlig”, sum er nýggjasti Drekavinnarin á altjóða filmstevnuni í Göteborg í ár. Leikstjórin er Malou Reymann, sum er fødd í Amsterdam í 1988. Fyrsti filmur, hon gjørdi, var Bodil- og Robertvinnarin ”En helt almindelig familie” (2020), um pápan, sum skifti kyn.

Nýggi filmurin, ”Ustyrlig”, ið varð frumsýndur á altjóða filmstevnuni í Toronto í heyst, fer fram í døkkasta kapitli í friðartíð í Danmark, tá seytjan ára gamla og óstýriliga Maren (Emilie Kroyer Koppel), verður send á kvinnuanstaltin Sprogø at vera í 1933.

Her møtir hon Sørine (Jessica Dinnage), sum eftir seks árum á anstaltinum hevur lært at geva seg undir tíðarinnar krøv um rættan atburð. Millum tær báðar verður knýtt eitt vinaband, ið fær stóra ávirkan á báðar.

Umframt Emilie og Jessica, síggja vit eisini Danica Curcic og Lene Maria Christensen í nýggja filminum ”Ustyrlig”.

Ummælarin hjá Ekstrablaðnum, Rene Fredensborg, er heilt upp í loft og gevur fult stigatal, 6 stjørnur:

- ”Ustyrlig” er en sindsoprivende fortælling om statens overgreb på de 'erotisk forstyrrede' kvinder, som blev anbragt på Sprogø. Instruktør Malou Reymann forløser et skamfuldt stykke danmarkshistorie til perfektion.

FILMSFELAGIÐ 29/3 kl 20:00 Ustyrlig (Malou Reymann, Danmark 2023 135 min)

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo