Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Demokratia: Nú valdagurin nærkast, er ikki vist, at valstríðið hevur gjørt teg klókari upp á, hvat umboð tú skalt velja. Tí tað kann vera trupult at hoyra boðskapin hjá tí einstaka.

Óansæð hvønn týdning fólkatingsvalið hevur fyri teg, so kann valið undir øllum umstøðum hava stóran týdning fyri okkara fólkaræði og fyri javnstøðuna.

Standa kvinnuligu valevnini seg væl, kann tað flyta samfelagið fram á leið.

Vit kunnu senda eitt signal til kvinnur og gentur.

Higartil er bara ein kvinna vald beinleiðis inn á fólkating. Og til seinasta fólkatingsval fingu kvinnur bara fimtu hvørja atkvøðu! Hetta er so ikki orsakað av vantandi førleikum...

Tú hugsar kanska:
“Eg fari ikki at velja eina kvinnu, bara tí hon er kvinna.”

Ella kanska tú hugsar:
“Tað eru fyrst og fremst førleikarnir, sum avgera, hvør umboðar meg.”

Tað halda vit vera eitt gott hugskot!

Ger tær tann ómak at lesa um førleikarnar, hugsjónirnar og hjartamálini hjá teimum kvinnunum, sum stilla upp!

Demokratia hevur gjørt forarbeiðið 

Her fært tú fult yvirlit yvir allar kvinnurnar, sum bjóða seg fram til fólkatingsvalið:

https://demokratia.fo/folkatingsval2022

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo