Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Flogbóltssambandið: Finalan fyri kvinnuunglingar í flogbólti varð leikt í høllini í Kollafirði í kvøld. SÍ og Fleyr høvdu leikt seg í finaluna, og var hetta tí ein endurtøka av steypafinaluni fyrst í mars, sum Fleyr vann.

Talan gjørdist ongantíð om ein veruliga spennandi dyst. Til tað vóru sørvágskvinnurnar ov sannførandi. Tað tóktist sum tær vóru stálsettar at geva venjara teirra Rajko Petrovich hendan sigurin áðrenn hann gevst, sum venjari teirra.

Tær vóru á odda í øllum fýra teimum leiktu settunum, men í fyrsta settið megnaði Fleyr tó at toga seg framum, eftir at SÍ hevði haft ein settbólt og vinna hetta settið við 25-27. Tey næstu trý settini var SÍ munandi betri og ongin ivi var nakrantíð um, at tær fóru at vinna hesi settini og harvið føroyameistaraheitið.

Besti leikari hjá SÍ í kvøld var Sofía Weihe Simonsen og besti leikari hjá Fleyr var Sára Rannváardóttir Vatnhamar.

Hetta var triðsíðsta finalan hjá legendariska venjaranum Rajko Petrovich fyri SÍ. Rajko gevst sum venjari hjá SÍ eftir hetta kappingarárið og einastu dystirnir hann hevur eftir á hesum sinni eru finalurnar hjá besta kvinnuliðnum hjá SÍ. Her leika tær fyrru finaluna mikukvøldið kl. 19.30 móti Fleyr í Kollafirði og síðani seinnu finaluna í Havn leygardagin kl. 14.00.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo