Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Miðnám á Kambsdali: Kvøldseta verður á Miðnámi á Kambsdali í kvøld kl.19.

Hetta er eitt høvi at vitja skúlan, har stórur hópur av okkara ungdómi hevur sína dagligu gongd, og har næmingar vísa, hvat teir arbeiða við í ymisku lærugreinum. Á skránni verða m.a. tónleikaframførslur, námsferðafilmar, evnafrøðis-show og upplestur.

Øll eru vælkomin til kvøldsetuna. Tiltakið er alment og er eitt gott høvi hjá teimum, sum umhugsa at fara undir eina miðnámsútbúgving at uppliva, hvat Miðnám á Kambsdali hevur at bjóða.

Familja og vinir hjá núverandi næmingum kunnu uppliva skúlan og virksemið í skúlanum, og kvøldið er eisini eitt gott høvi hjá almenninginum sum heild at uppliva okkurt øðrvísi og kunna seg um viðurskiftini.

Ein miðnámsflokkur, sum samlar pening inn til námsferð, fer at selja kaffi og køku í steðginum. Vit gleða okkum at síggja mong tykkara á Kambsdali í kvøld.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo