Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Tórshavnar kommuna: Lítið hátíðarhald var í Álakeri seinnapartin, tá Kvøldskúlin flotaði enn eitt snotiligt fýramannafar, sum 13 næmingar hava smíðað saman við læraranum, Andrass Joensen.

Hetta er 3. báturin í røðini frá Kvøldskúlanum. Hesaferð hava 13 næmingar smíðað, og tað er enn einaferð Andrass Joensen, sum hevur lagt lag á og staðið fyri undirvísingini. Báturin er enn einaferð smíðaður við Múlabátinum sum fyrimynd.

Borgarstjórin var við og sum gamal róðursmaður á m.ø. Havnarbátinum stýrdi hann nýggja bátinum við sólini tríggjar ferðir runt um seg sjálvan, sum gamal siður er, tá nýggjur bátur verður signaður. Nakrir av næmingunum róðu.

Borgarstjórin nevndi stutt, at vit ikki kunnu staðesta nóg ofta, hvussu stóran týdning tað hevur fyri varðveitslu av føroyska bátinum, at fólk læra at smíða.

- Tað er púra høpisleyst at øll sita og tosa og tekna og skriva bøkur og gera samtyktir, um ikki fólk læra handverkið. Og tað er tað, tit gera. Og tí fari eg beinanvegin at takka tykkum fyri tykkara stóra íkast.

Heðin Mortensen nevndi síðan, at hesin báturin skal varðveitast. Allir smálutir vóru ikki komnir uppá pláss, men kommunan fer at gera eitt neyst, so at hesin báturin kann verða sýndur fram soleiðis, at onnur kunnu læra av tí arbeiði, sum gjørt verður á Kvøldskúlanum.

- Fyri meg sum fyrrverandi kappróðrarmann er hetta ein einastandandi fløvandi kensla, at uppliva tað ídni og tann vilja, sum liggur í hesum, at varðveita henda mentanararv okkara, segði borgarstjórin.

Ætlanin  við bátasmíðinum hjá Kvøldskúlanum er at varðveita og miðla vitan um gamalt føroyskt bátasmíð.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo