Vitan uttan vísdóm er sum vatn í sandinum
- Afrikanskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Skúlablaðið/Marna Jacobsen skrivar: Í faldaranum Øll telja við, sum Hagstova Føroya gav út í 2013, eftir at fólkateljing hevði verið í Føroyum, sæst, at útbúgvingarmynstrið hevur verið fyri stórari broyting seinastu árini. Har sæst, at millum tey í aldursbólkinum 70+, sum hava hægri útbúgving, er býtið 22 % kvinnur og 78 % menn. Longri niður í aldri tú fert, meira flatar kurvan út, og meira javnvág verður millum kyn og hægri útbúgving. Tað er tí áhugavert at síggja talvu frá studni.fo, sum hevur tølini fyri lesandi á miðnámsskúlum í Føroyum frá 2004 til 2020. Talvan vísir greitt, at talið av kvinnum á miðnámi økist alsamt, til tað nú eru 408 fleiri kvinnur enn menn, sum lesa miðnám.

Talið av kvinnum, sum søkja inn á hægri útbúgvingar, økist, og tað hevur tað gjørt tey seinastu 20 árini.

Seinastu tølini frá skúlaársbyrjan 2020 vísa, at á yrkisrættaðum námi, eru menn í yvirtali. Har er talið 408 menn og 163 kvinnur. Tað sama er galdandi fyri útbúgvingar á Vinnuháskúlanum og Sjónámi, har 205 menn og 5 kvinnur lesa.

Á gymnasialum námi, bachelor og masterstigi, harafturímóti, eru kvinnurnar í yvirvág. 1001 kvinnur og 614 menn á gymnasialum námi, 521 kvinnur og 255 menn á bachelorstigi og 122 kvinnur og 48 menn á masterstigi.

Miðnámsskúlar við ymsum breytum eru í Tórshavn, Klaksvík, Kambsdali, Vestmanna og Hovi, og sjóvinnuútbúgvingar kunnu takast í Tórshavn og Klaksvík. Tølini mugu tí takast við einum sindri av fyrivarni, tí at tað er nærum ógjørligt at fáa neyv tøl á einum stað, tú noyðist at venda tær til Per og Pól fyri at fáa eitt yvirlit, men burtursæð frá tí, so gevur hetta eina góða mynd av, hvussu støðan er í Føroyum, bæði viðvíkjandi teimum, ið velja sær miðnáms- og hægri útbúgvingar, og eisini talinum á fólki, sum velja sær útbúgvingar grundað á, hvat kyn tey eru.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo