Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

BankNordik: BankNordik stuðlar heimsmálunum hjá ST fyri burðardyggari menning. Samtakið hevur valt at arbeiða við fimm útvaldum heimsmálum, m.a. máli nr. 5, ið skal tryggja javnstøðu millum kynini. 

BankNordik-samtakið hevur sett sær sum mál, at bæði kyn skulu vera umboðað við í minsta lagi 40% - bæði á leiðslustigi og á ymisku deildunum. Nýggjasta CSR-frágreiðingin hjá BankNordik vísir, at talið av kvinnuligum leiðarum í samtakinum er hækkað seinastu árini. Við ársenda í 2020 vóru 41% av leiðarunum kvinnur, og til samanberingar var talið 42% í 2019 og 31% í 2018. 

- Vit hava nógvar dugnaligar kvinnur og menn í starvi í samtakinum, og vit fegnast um, at kynsbýtið á leiðslustigi er batnað seinastu árini. Fjølbroytni í starvsfólkahópinum er ein stórur fyrimunur, tá ið mál og avbjóðingar skulu viðgerast í gerandisdegnum, og harumframt hevur tað týdning fyri okkara menning og kappingarføri. Tí er tað umráðandi, at vit áhaldandi eru tilvitað um  at geva kynsjavnvágni ans, um vit eisini frameftir skulu røkka góðum úrslitum, sigur Árni Ellefsen, forstjóri.

Meira um evnið

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo