Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Læknavaktin verður styrkt soleiðis, at hon fær betri møguleikar at taka sær av teimum, sum ringja 1870, tá ið tey hava tørv á bráðfeingis hjálp til sálarligar trupulleikar.

- Eg eri sera fegin um, at læknavaktin verður styrkt við starvsfólki, soleiðis, at betri møguleikar vera at taka sær av teimum, sum hava bráðfeingis tørv á hjálp til sálarligar trupulleikar. Hetta er eisini eitt stig á leiðini at røkka málinum, um at javnstilla kropsligar og sálarligar sjúkur í okkara heilsuverki, sigur Margit Stórá, landsstýriskvinna í heilsumálum.

Millum annað hava sjúklingafeløg ynskt, at læknavaktin hevur betri førleikar at taka sær av fólki, ið hava tørv á bráðfeingis hjálp til sálarligar avbjóðingar, har tað viðhvørt er tørvur á longri samrøðum og metingum. Hetta verður gjørt nú við at styrkja læknavaktina.

Ætlanin um at styrkja læknavaktina er í samsvari við tilmælir úr bæði “Heildarætlanini fyri sálarheilsu í Føroyum” frá oktober 2018 og “Heildarætlanini fyri at fyribyrgja og tálma rúsevnisnýtslu í Føroyum 2022-2028” frá mars 2022. Í báðum heildarætlanum verður mælt til, at fólk sum brádliga gerast illa fyri sálarliga, altíð skulu kunna ringja og fáa bráðfeingis hjálp.

Tað er ein meting hjá kommunulæknanum ella læknavaktini sum avgerð, hvørt sjúklingar hava brúk fyri meting ella viðgerð á sjúkrahúsi, uttan mun til, um talan er um likamliga ella sálarliga sjúku.

Læknavaktin er ætlað teimum, sum fáa bráðfeingis tørv á læknahjálp, og ikki kunnu bíða til  viðtalan hjá egnum kommunulækna letur upp aftur.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo