Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Eg gjørdist ikki sørt bilsin tá eg í gjár las, at framyvir skulu vit brúka 15 ymisk telefonnummur fyri at fáa fatur á Læknavaktini.

Eg trúði ikki mínum egnu eygum. 15 ymisk telefonnummur skulu vit velja í millum, og um tað ikki var nokk, so skulu vit eisini halda skil á hvønn dag júst givna telfonnummar svarar og júst nær á degnum.

Eitt so framkomið land sum Føroyar, við so ríkum møguleikum at náa út til hvønn borgara, klárar ikki at finna eina meiri smidliga skipan á læknavaktini, er mær ein gáta.

Góð heilsutænasta eigur at vera grundsúlan undir einum vælferðarsamfelagi.

Meðan eykajáttanir fyri 100 tals milliónir fara smidliga gjøgnum politisku skipanina, og almenni geirin bara veksur, hevur man ikki ráð til at geva borgarinum eina grundleggjandi heilsutænastu. Tað er als ikki haldbart.

Eg stúri fyri okkara eldru borgarum
Skal man fara á alnótina fyri at finna út av hvønn man skal ringja til, tá ið man hevur brúk fyri læknavaktini?

Skulu eldri borgarar ella onnur í eru í neyð, fyrst hugsa um internetsamband, snildtelefonir ella at fáa onkran at hjálpa sær fyri at fáa fatur á læknavaktini?

Eg vóni her liggur ein betri frágreiðing aftanfyri, tí sum eg skilji hetta, so hava vit flutt okkum skeivan vegin - alvorliga langt skeiva vegin.

Her má ein smidligari loysn finnast, ið kann tryggja borgarinum eina betri heilsutænastu!

Jógvan Skorheim
Býráðslimur

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo