Bíbilskt trongskygni uttan tolsemi og kærleika tænir ikki Guds ætlan við okkum menniskjum
- Francis Sheaeffer

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tekstlýsingar

Søkt verður eftir 1 lærara og 1 námsfrøðingi ella hjálparfólki til serskúlatilboðið Pallin í Sørvágs skúla.

- 1 lærara í fast fulltíðar starv frá 1. august 2023

- 1 námsfrøðingi í fast starv frá 1. august 2023. Um eingin námsfrøðingur søkir starvið, kann hjálparfólk verða sett í tíðaravmarkað starv skúlaárið 2023/24. Setanarbrot umleið 0,80

Ein fyrimunur er, at umsøkjarar hava royndir við serskúlatilboði.

Starvsfólkini arbeiða í sjálvstýrandi toymum og skipa seg sjálvi í samstarvi við allar partar.

Í tøttum samstarvi við foreldrini er tilboðið nógvum næmingum at gagni.

Lærarin eigur at hava førleika í at undirvísa í grunddeild, miðdeild og hádeild innan antin náttúrulærugreinar og/ella hugvísindalærugreinar.

Tey, ið sett verða skulu:

- Vera fyrikomandi og hava jaligan hugburð mótvegis næmingunum

- Hava áræði at taka ábyrgd

- Duga at samstarva í toymum

-Duga at hugsa uttanfyri rammur – hugsa kreativt

Størvini verða sett sum sáttmálasett størv, uttan so, at tann, sum settur verður, er tænastumannasettur frammanundan.
Lærarastarvið er lønt sambært avtalu millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið í lønarflokki 18.1 – 29.2

Barnaváttan verður kravd í sambandi við setanina.

Námsfrøðingurin ella hjálparfólki, ið sett verður, er lønt sambært avtalu millum Føroya Pedagogfelag og Fíggjarmálaráðið.

Nærri kunning um størvini fáast við at ringja til Daniu Niclasen, skúlastjóra, á tel. 233221.

Umsóknir við avriti av prógvi, CV og møguligum viðmælum skulu stílast til

Sørvágs skúla
Skúlavegur 13
380 Sørvági

dania.niclasen(at)skulin.fo 

og verða skúlanum í hendi í seinasta lagi mánadagin 5. juni 2023 kl. 00:00.
_________________________________________________
Í Sørvágs skúla ganga uml. 165 næmingar í 1. til 10. flokki. Uml. 35 starvsfólk arbeiða á skúlanum.
Sí heimasíðu skúlans sørvagsskuli.fo Virðisgrundarlag skúlans:
Eg vil - Eg dugi - Eg kann
Her hava vit virðing fyri okkum sjálvum og øðrum!
Her er opið og mennandi samstarv millum heim og skúla!
Her er undirvísingin viðkomandi og avbjóðandi!
Í okkara skúla skulu øll hava møguleikar at læra!
Málið er læring, menning, trygd, og trivni. Áhugi elvir til læring.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo