Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Munnligir fyrispurningar vóru á skrá í Løgtinginum í gjár, og undirritaði spurdi avvarðandi landsstýrismann um ætlaðar broytingar í rúsdrekkalógini, sum samgonguskjalið leggur upp til.

Svarið frá Løgmanni, ið fyribils umsitur málsøkið fyri Bjarna K. Petersen, var greitt: Samgongan ynskir, at tað skal gerast lættari hjá bryggjaríum og brennivínsvirkjum at selja sínar vørur, og tískil verður tað eisini lættari hjá brúkaranum at fáa fatur á vøruni. «...og eg rokni ikki við – og tað er so mín persónliga meining – at tað fer at økja betýðiligt um nýtsluna av alkoholi í Føroyum,» svaraði Løgmaður millum annað. Hetta hóast Fólkaheilsuráðið vísir á, at tess betri atgongdin er, tess meiri verður selt og tískil meiri drukkið. Ráðið mælir til ein kontrollerandi og konservativan politikk á økinum. WHO vísir á trý amboð, sum kunnu minka um søluna av alkoholi og hetta eru tey amboðini, vit í Føroyum brúka í dag, og sum vit skulu vera varin við at broyta: atgongd, prísir og marknaðarføring. Undirritaði metir tað vera sera harmiligt, at persónligar meiningar og áhugamál verða sett fremri enn serfrøði og tilmæli í hesum álvarsmáli. Her má hugsast heilsupolitiskt heldur enn vinnupolitiskt, tí alkohol er ikki bara einhvør hissinisvøra.

Til ber at síggja og hoyra orðaskiftið á heimasíðu Løgtingsins: www.logting.fo

Spurningarnir og viðmerkingarnar frá undirritaða vóru:

  1. Ætlar landsstýrið veruliga at lætta um atgongdina til rúsdrekka?

  2. Hvørji eru argumentini fyri at lætta um atgongdina til rúsdrekka?

  3. Hví velur landsstýrið ikki at fylgja rúsdrekkatilmælunum hjá Fólkaheilsuráðnum?

“Arbeitt verður við at broyta lógina soleiðis, at tit sleppa at selja tykkara egnu vørur,” lovaði landsstýrismaðurin í uttanríkis- og vinnumálum, tá hann klipti snórin til nýggja brennivínsvirkið í Vestmanna herfyri. Og tað samsvarar væl við samgonguskjalið hjá sitandi samgongu, sum m.a. lovar, at bryggjarí og brennarí skulu fáa loyvi at selja í egnum sølubúðum. Vinnupolitiskt er hetta stigið til at skilja, og um talan var um eina vanliga vøru, so var neyvan nakar trupulleiki við tí. Men rúsdrekka er ikki bara ein vanlig vøra.

Onkur skal hava sagt, at alkohol er heimsins besta upploysingarevni. Tað upploysir kærleika, parløg, lívsgleði og teg sjálvan. Nú, verðin er kanska ikki so fýrkantað, men okkurt man vera í útsøgnini. Tað fer ikki vikuskifti framvið, uttan at vit hoyra um harðskap, húsaófrið, koyring, ágang osfr., har rúsdrekka er reyði tráðurin. Og rúsdrekkamisnýtlsan í Føroyum er umfatandi. Við donskum hagtølum sum grundarlagi metir felagsskapurin, Títt Rúm, at tað eru umleið 1200 børn í Føroyum, ið vaksa upp í einum heimi, har foreldur eru rúsdrekkamisnýtarar. Ótryggleiki, óforútsigiligheit og umsorganartrot er gerandisdagur hjá hesum børnum.

Líknandi uppskot um lógarbroyting var á skrá í 2018, tá somu flokkar sótu við valdið. Tá frámælti Fólkaheilsuráðið í hoyring, at loyvi skuldi verða givið bryggjaríum at selja úr egnum sølubúðum. Í hoyringini grundgav Fólkaheilsuráðið við, at tess betri atgongd er til rúsdrekka, tess meiri verður selt og hareftir drukkið. Ráðið mælir til varnan politikk á økinum, og eitt avgerandi amboð í tí er, at sølan er samlað í einkarsølu. Í 2022 kom ráðið eisini við nýggjum rúsdrekkatilmælum, sum eru gjørd í samsvari við nýggja gransking. Samanumtikið kann sigast, at mælt verður til at herða øll tilmæli í sambandi við rúsdrekkanýtslu.

Bárður á Lakjuni

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo