Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Eg vil arbeiða fyri, at Start Ups tey fyrstu 2 árini fáa lagaligar mvg afturgjaldingartreytir.

Selur ein fyritøka fyri 100.000 kr. skal hon rinda 25.000 kr. í MVG, óansæð um kundin rindar ella ikki.

Eg minnist væl, tá ið eg byrjaði sum íverkseti. Alt var spennandi, og gleðin var ovurstór tá ið uppgávur vóru lidnar og eg kundi senda rokningar.

Trupulleikin var mangan, sum eg og onnur hava upplivað, at rokningar verða ikki goldnar til tíðina. Men MVG skal gjaldast óansæð.

Tað er ein súrur partur av at vera íverkseti, at rykkja eftir pengum, og tað kann ávirka virkisfýsnið og kreativitet. Tí hevði ein lagalig MVG afturgjalding komið væl við hjá Start Ups.

Eg vil tí arbeiða fyri, at Start Ups tey fyrstu 2 árini fáa lagaligar mvg afturgjaldingartreytir.

Ólavur í Geil
Valevni fyri Miðflokkin

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo