Boris Johnson skal grillast um Partygate-skandaluna.
Trúgva limirnir í kanningarnevndini honum ikki, kann tað fáa álvarsamar avleiðingar, sambært bretskum serfrøðingi.
Høvuðsspurningurin sum støða skal takast til undir hoyringini er: Leyg Johnson fyri Parlamentinum tá ið hann sat við valdinum?
– Talan er um drama í dag. Avleiðingarnar fyri Johnson kunnu gerast álvarsamar, sigur bretski professarin Tony Travers á elituuniversitetinum LSE í London við VG.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo