At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Merkisdagar

Fríggjadagin 9. nov. kl. 15.00 verður 190 ára føðingardagur á Landsbókasavninum. Á skránni verður m.a. Speakers Corner, har nakrir brúkarir fara at bera Landsbókasavninum stuttar heilsanir - og gestir fáa høvið til tað sama.

Landsbókasavnið hevur ígjøgnum 190 ár lagað seg til skiftandi umstøður og avbjóðingar, og ein føðingardagur er eitt hóskandi høvið at steðga á og meta um kósina. 

Fyrst á skránni eru tveir stuttir fyrilestrar við Svend Højgaard, cand. scient. bibl og Ole Wich, søgufrøðingi.

Svend Højgaard fer at halda fyrilesturin Landsbókasavnið – vitin í vitanarsamfelagnum. Hann fer at vísa á nøkur aktuel samfelagsrák, sum eru viðkomandi fyri stovnin, og fer at koma við uppskotum um, hvussu Landsbókasavnið framhaldandi kann mennast og vera viðkomandi fyri einstaklingin og tað føroyska samfelagið.

Síðani fer Ole Wich at halda fyrilesturin Lyngbye bar gullið av heiði – eitt burturgloymt handrit á Landsbókasavninum. Hann fer at siga frá einum handritið, sum hann heilt óvæntað kom framá í eini handritaeskju við skjølum eftir V.U. Hammershaimb. Hetta er eitt dømi um, hvat mann kann koma framá í goymslum Landsbókasavnsins. Eitt handrit, sum øll hava hildið var burturmist, er komið undan kavi.

Aftaná Speakers Corner verður so høvið at síggja framsýningina um søgu Landsbókasavnsins. Og sjálvandi, tá føðingardagur er, verður eisini kaffi og lagkøka at fáa

Hanus Johansen fer at spæla og syngja til høvið.

Tiltakið er ókeypis og øll eru hjartaliga vælkomin.

Skráin:

• Annika Smith, landsbókavørður, fer at bjóða vælkomin.

• Svend Højgaard, fyrilestur: Landsbókasavnið, vitin í vitanarsamfelagnum. 

• Ole Wich, fyrilestur: "Lyngbye bar gullið av heiði" - eitt burturgloymt handrit á Landsbókasavninum.

• Speakers Corner: Nakrir av okkara brúkarum fara at bera Landsbókasavninum stuttar heilsanir og gestir fáa høvi til tað sama.

• Framsýning um søgu Landsbókasavnsins.

• Kaffi og lagkøka.

Hanus G. Johansen syngur og spælir til tiltakið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo