Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Tórshavnar Kommuna: Í kvøld er Landsdanistevna í Havn. Tað eru Danisfelagið í Havn og Tøkum Lætt, sum vegna Sláið Ring skipa fyri landsdansistevnuni 2021.

Heðin Mortensen, borgarstjóri, setti stevnuna í Dansifrøi í kvøld. Seinni í kvøld fara øll oman í Sjónleikarahúsið, har farið verður upp á gólv. Á skránni eru millum annað Brestis kvæði, Hoyberatátturin, Kópa kvæði, Jákup á Møn og Ungdómsvísan.

Heðin Mortensen segði millum annað:

- Tað er ikki smávegis virksemi, ið liggur aftanfyri eina slíka stevnu. Hetta er ein blandaður hópur, har felagsnevnarin er lívsgleði.

- Dansur og lívsgleði er besta blandingin, ið hugsast kann. Tú hittir vinir sum fremmand og kennir ein felagsskap, sum er torførur at finna í øðrum sambondum í so stóran mun.

- Einastandandi er eisini, at hóast tit hava framúr dansarar tykkara millum, so er hetta hvørki ein kapping ella ein uppvísing. Hetta er stutt sagt eitt kvøld við hugna og felagsskapi, sum er ætlaður øllum dansiáhugaðum.

- Og nú eru skjótt 30 ár síðan, tit skipaðu fyri dansistevnu her í Havn á fyrsta sinni – tað var í Høllini á Hálsi.

- Vit í Havn gleðast um leiklutin sum vertur hesaferð, og tað sigur eisini nakað um, at dansurin hevur góðar umstøður kring landið.

- Tað var ikki frítt at dansihugurin kendist í beininum, tá eg sá skránna.

 - Eg havi áður steðgað á og hugsað, at hyggur ein at nøvnunum á ymsu dansifeløgunum, leggur ein til merkis, at orð sum gamanfragdfrøi og hugni ganga aftur og aftur.

Les meira

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo