Søkt verður eftir grannskoðara í eitt farloyvisstarv at byrja 1. november 2024 ella eftir nærri avtalu. Talan er um fulltíðarstarv, og starvstíðin er 1 ár.
Arbeiðið á Landsgrannskoðanini er sjálvstøðugt, áhugavert og fjølbroytt og fevnir um at grannskoða almennar stovnar og skipanir.
Tann, sum verður settur, skal hava hægri útbúgving innan grannskoðan, roknskap, løgfrøði ella aðra viðkomandi útbúgving og duga væl at skriva, serliga á føroyskum. Fyrimunur er at hava royndir innan almenna ella privata fyrisiting.
Lønar- og setanarviðurskifti eru sambært sáttmála ímillum Fíggjarmálaráðið og viðkomandi yrkisfelag.
Skrivlig umsókn við avriti av prógvum, viðmælum o.ø. skal sendast til:
Landsgrannskoðanina
Traðargøta 43
Postrúm 2053
165 Argir
ella í telduposti til: postur@lg.fo
Freistin at søkja starvið er 20. oktober 2024.
Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Jens Johan Dam, á tlf. 355100 ella 290103. Fyrispurningar verða viðgjørdir í trúnaði.
LANDSGRANNSKOÐANIN er ein óheftur stovnur undir Løgtinginum, sum virkar sambært Ll. nr. 25 frá 21. apríl 1999 ”um grannskoðan av landsroknskapinum v.m.”
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo