Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Blái Krossur Føroya: Leygarkvøldið, 1. oktobur, var landsinnsavnanin hjá Bláa Krossi Føroya send beinleiðis í Kringvarpi Føroya, og tilsamans vóru kr. 5.177.144,90 savnaðar inn.

“Landsinnsavnanin í ár var at fáa pening inn til fyribyrgjandi arbeiðið ímillum børn, ung og familjur í Føroyum, og at vísa á tey tilboð, ið Blái Krossur bjóðar. Blái Krossur Føroya er ein felagsskapur í støðugari menning, og við pengunum fáa vit ment fyribyrgjandi arbeiðið. Vit vilja so inniliga takka øllum føroyingum, ið hava stuðla okkum til hesa landsinnsavnanina - og sum heild fyri alla vælvild, vit møta,” sigur Dakko Petersen.

Tað ber til at lesa um arbeiðið hjá Bláa Krossi Føroya á www.blakross.fo.

Ynskir tú at síggja sendingina, so er leinkjan her: https://kvf.fo/sending/stakar-sendingar?sid=145640

 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo