40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Djóni Nolsøe Joensen, løgtingsmaður
Svarari: Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkis- og mentamálum
Evni: Landskassastuðul til nýbygging av kirkjum

Spurningar:
1. Ætlar landsstýrismaðurin at veita landskassastuðul, tá nýggjar kirkjur skulu byggjast í Føroyum?

2. Eru nakrar ítøkiligar umsóknir í Uttanríkis- og mentamálaráðnum um landskassastuðul til nýggjar kirkjur, og um so er, hvussu leingi hava tær verið til viðgerðar í ráðnum?

Viðmerkingar:
Landskassin veitir fólkakirkjuni stuðul til rakstur, men kann eisini eftir § 30 í løgtingslóg um fíggjarviðurskifti fólkakirkjunnar veita upp til 1/3 av góðkenda byggikostnaðinum í stuðli, tá kirkja verður bygd ella umbygd.

Summar kirkjur eru niðurslitnar, og tí verður arbeitt við møguleikanum at byggja nýggjar kirkjur.

Fyri at fáa hetta arbeiðið í gongd er neyðugt at fáa svar frá landsstýrismanninum, um 1/3 verður veittur í landskassastuðli ella ei.

Tí verður hesin fyrispurningurin settur.

Á Løgtingi, 27. oktober 2021
Djóni Nolsøe Joensen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo