Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Tróndur Arge og Håkan Ericson. Mánadagin kl. 10:00 vera teir aftur at hoyra á FM 1 - Mynd: Hans Erik Danielsen

Tróndur Arge og Håkan Ericson. Mánadagin kl. 10:00 vera teir aftur at hoyra á FM 1 - Mynd: Hans Erik Danielsen

Tróndur Arge og Håkan Ericson. Mánadagin kl. 10:00 vera teir aftur at hoyra á FM 1 - Mynd: Hans Erik Danielsen

FSF: 12. september telist millum størstu dagar í føroyskari fótbóltssøgu. Tað var júst dagin í 1990, at A-landsliðið við monnum spældi sín fyrsta undankappingardyst í EM og HM samanhangi, og úrslitið í fyrsta dystinum kenna allarhelst øll.

Eingin grasvøllur, ið var góðkendur til altjóða dystir, var í Føroyum um tað mundi, og tí varð spælt í Landskrona í Svøríki. At føroyska landsliðið spældi fyrstu dystirnar á svenskari jørð, og ikki í øðrum landi, komst fyrst og fremst av, at sviar skuldu vera vertir fyri EM-endaspælinum, og tí bleiv mett, at tað var hóskandi at Føroyar í hesi undankappingini høvdu heimavøllin í Svøríki.

Føroyar vunnu 1-0 móti Eysturríki við máli frá Torkili Nielsen. Eitt úrslit, ið veruliga setti Føroyar á fótbóltsliga heimskortið, og komandi mánadag eru sostatt 32 ár síðan minniliga sigurin.

Men komandi mánadag verður eisini farið undir at skriva fyrstu reglurnar í seinasta parti í hesum umfarinum. Mánadagin klokkan 10:00 fer A-landsliðsvenjarin, Håkan Ericson nevniliga at kunngera hópin til síðstu dystirnar í verandi UEFA Nations League kapping, sum eru á útivølli móti Litava, og á heimavølli móti Turkalandi.

Hósdagin 22. september klokkan 19:45, føroyska tíð, spæla Litava og Føroyar á LFF Stadion í Vilnius, og sunnudagin 25. september, somuleiðis klokkan 19:45, spæla Føroyar og Turkaland á Tórsvølli.

Turkaland er greitt oddalið í bólkinum við fullum stigatali, meðan Luksemborg er nummar 2 við 7 stigum. Føroyar eru á 3. plássi við 4 stigum, sum eru komin í skjáttuna eftir 2-1 sigur á heimavølli móti Litava, og javnleik 2-2 á útivølli móti Luksemborg. Samlaði málmunurin hjá Føroyum er 4-8. Aftast í bólkinum er Litava, ið framvegis hevur fyrsta stigið til góðar.

Lutakastið til næstu EM-undankapping, sum er á skránni komandi ár, verður í Frankfurt sunnudagin 9. oktober. Sjálvt EM-endaspælið í 2024 verður í Týsklandi frá 14. juni til 14. juli.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo